• Broyting á leið 100
    Vegna vegarbeiði í Vestmanna koyrir leið 100 ikki eftir Niðara vegi. Koyrt verður ístaðin eftir Ovara vegi og síðani oman til Skálatungu, har bussurin vendir. Steðgað verður eisini við Miðnám í Vestmanna. Broytingin stendur við so longi vegarbeiðið fer fram.
    Seinast dagført: 17. apríl kl. 20:21
  • 23. apríl: Møguligur farmatúrur til Fugloyar og Svínoyar
    Um viðrar verður farmatúrur til Fugloyar og møguliga Svínoyar, sigldur týsdagin 23. apríl. Tey, ið ynskja at fáa farm førdan til ella úr Fugloy og Svínoy, skulu seta seg í samband við farmaavgreiðsluna í Fugloy og Svínoy ella farmastøðina í Klaksvík.
    Seinast dagført: 19. apríl kl. 12:54