Fólkatalið minkað hóast vaksandi túratal

01.11.2016

Í almennu umrøðuni av Hestleiðini hevur verið róð framundir, at broytingar í ferðaætlanini fara at hava við sær, at fólkatalið í oynni fer at minka.

Søgulig tøl vísa tó, at onnur viðurskifti enn sjálv siglingin mugu vera atvoldin til, at fólkatalið minkar, tí hóast nógva - og vaksandi - sigling seinastu 15 árini er fólkatalið í Hesti støðugt minkað.

Í 2001 búðu 51 fólk í Hesti. Tá vóru 19 túrar í oynna um vikuna. Í 2006 vóru 22 túrar í oynna, men tá var fólkatalið 37. Sigldir vórðu 22 túrar hvørja viku fram til 2011, og men tá var fólkatalið komið niður á 27.

Túratalið øktist upp í 24 um vikuna í 2014 og 29 í 2015 íroknað hálvar túrar umvegis Skopun. Men hetta fekk ikki fólkatalið at vaksa, tí í dag búgva 17 fólk í Hesti. Í 15 ár er fólkatalið sostatt minkað úr 51 niður í 17. Men túratalið bara vaks.

"Vit taka okkara skyldu at røkja farleiðirnar til útoyggjar í størsta álvara, men vísa bara á, at tað er ikki vantandi sigling, sum er orsøk til fólkaminkingina í eitt nú Hesti," sigur Hilmar Eliasen, stjóri.

Strandferðslan hevur gjølla umrøtt farleiðina í Sandoynna og út í Hest og leggur hana frá 1. november í tvær ymsar farleiðir. Leiðin út í Hest er løgd eftir tí veruleika, sum er í oynni nú.

"Teistin siglir 17 tímar um samdøgrið, og vit skulu uppfylla krøv um m.a. trygd,hvílitíð og sáttmálar hjá tí almenna.Meira sigling krevur ein bát aftrat, og fáa vit hann, ber til at endurskoða verandi ætlan," sigur Hilmar Eliasen.

Hann leggur aftrat, at eisini á øðrum útoyggjum er fólkatalið nógv minkað seinastu árini, hóast betri skip eru fingin til vega á farleiðunum. Hetta er t.d. galdandi í Skúvoy, Fugloy og Svínoy.

"Fólkaminkingin má síggjast í einum breiðari høpi enn bara at hyggja at farleiðunum, og Strandferðslan kann ikki einsamøll steðga henni. Politisk átøk krevjast at venda gongdini," sigur hann.