Í eina tíð eru fyrireikingar gjørdar til at uppseta eina nýggja radiostøð á Skálhøvda tætt við Skálavík. Støðin skal serliga bøta um mobildekningin av sjóøkinum eystanfyri Sandoynna, og við hesum verður eitt nú 4G dekningurin umborð á Smyrli munandi betri í tí økinum.
Støðin verður eisini bygd til at hýsa útgerð hjá Televarpinum, og kann eisini verða partur av radiosambandi millum Suðuroynna og miðøki. Støðin væntast at verða liðug síðst í september.
Higartil eru loyvir fingin til vega, og fipur og el-kaðal er grivin til har støðin skal standa. Eisini er fundament stoypt til hús og 18m mastur, sum verður á staðnum.
Um mánaðarskifti juni/juli vóru fólk á staðnum og skipaðu fyri, at masturin bleiv uppsett. Myndina eigur Føroya Tele