Ternan hevur fingið skeivan eykalut, og verður hon tískil væntandi ikki klár fyrrenn mikudagin í næstu viku.
Eftir fund við veitaran av eykalutum er niðurstøðan, at skeivi eykaluturin verður sendur aftur til Noregs, og fáa vit væntandi rætta eykalutin nú sunnudagin. Veitarin harmast støðuna, og hevur tikið ábyrgd av hesum mistaki.
Arbeiðið verður gjørt mánadagin og týsdagin í komandi viku, og síðani verður Ternan royndarsigld mikudagin.
Gongst sum ætlað við royndarsiglingini fer Ternan aftur at røkja Nólsoyarleiðina mikukvøldið 9. novembur.