Switch to english
  • Leið 100: Broyting í fráferð úr Vestmanna

    Seinast dagført: 23. oktober kl. 13:48

    Frá mánadegnum 2. november verður fráferðin úr Vestmanna kl. 18.45 framskundað til kl. 18.40. Ferðaætlanin verður dagførd samsvarandi, soleiðis at bussurin er í Kvívík kl. 18.55, við Effo í Kollfjarðadali kl. 19.05 og við Kollafjarðartunnilin kl. 19.10. Við Kollafjarðartunnilin skal man skifta til leið 400 fyri at koma til Havnar.

  • 24. oktober: Møguligar seinkingar á leið 7

    Seinast dagført: 23. oktober kl. 10:21

    Vegna ivasama veðurforsøgn seinnapartin leygardagin kunnu seinkingar væntast á Suðuroyarleiðini (leið 7).

  • Leið 600: Broyting á leið 600, galdandi frá mánadegnum 26. oktober

    Seinast dagført: 22. oktober kl. 11:00

    Frá mánadegnum 26. oktober verður fráferðin hjá leið 650 úr Skopun kl. 07.40 framskundað til kl. 07.35. Hetta hevur við sær, at bussurin er Inni í Dal kl. 07.40 og á Sandi kl. 07.55. Hetta er ein túrur, sum stendur í ferðaætlanini hjá leið 600, men verður koyrdur sum leið 650.

    Galdandi fyri:
  • Leið 650: Broyting í ferðaætlanini, galdandi frá mánadegnum 26. oktober

    Seinast dagført: 22. oktober kl. 11:00

    Allar tíðirnar har bussurin er í Trøðum á veg til Sands frá Farstøðini, verða fluttar 5 minuttir. Hetta merkir til dømis, at tá bussurin í dag stendur at vera í Trøðum kl. 09.35, verður hann í Trøðum kl. 09.40 í staðin.

  • Leið 58: Ritan er í dokk frá 19. oktober til 9. november 2026

    Seinast dagført: 20. oktober kl. 08:16

    Ritan er í dokk frá 19. oktober til umleið 9. november. Ímeðan siglir Jósup á leiðini Hvannasund - Svínoy/Fugloy.