Vegna nógvan farm kunnu seinkingar væntast á hesum fráferðum hjá Smyril í kvøld: Av Havnini kl. 1830 og av Krambatanga kl. 21.00
06. november: Seinkingar kunnu væntast á leið 7 í kvøld
Seinast dagført: 6. november kl. 14:56Galdandi fyri:Leið 100: Broyting í fráferð úr Vestmanna
Seinast dagført: 23. oktober kl. 13:48Frá mánadegnum 2. november verður fráferðin úr Vestmanna kl. 18.45 framskundað til kl. 18.40. Ferðaætlanin verður dagførd samsvarandi, soleiðis at bussurin er í Kvívík kl. 18.55, við Effo í Kollfjarðadali kl. 19.05 og við Kollafjarðartunnilin kl. 19.10. Við Kollafjarðartunnilin skal man skifta til leið 400 fyri at koma til Havnar.
Galdandi fyri:Leið 58: Ritan er í dokk frá 19. oktober til 11. november 2026
Seinast dagført: 27. oktober kl. 14:04Ritan er í dokk frá 19. oktober til umleið 11. november. Ímeðan siglir Jósup á leiðini Hvannasund - Svínoy/Fugloy.
Galdandi fyri:
Bygdaleiðir
Plássbílegging fyri ítróttarfeløg
Skulu tit til ella úr Suðuroy í samband við ítrótt?
Ítróttarfeløg, ið skulu ferðast til og úr Suðuroynni, hava møguleika til at bíleggja sær pláss frammanundan á leið 7, við at fylgja mannagongdini á hesi síðuni.
Bílegg pláss
Brúkarahjálp
Tørvar tær hjálp við okkara bíleggingarskipan? Á hesi síðuni finnur tú okkara brúkarahjálp til bíleggingarskipanina. Her finnur tú bæði filmsbrot við vegleiðingum og eitt yvirlit yvir ofta settir spurningar.
Trýst her



