Farspor (cookies)
Hvat er eitt farspor (cookie)?
Strandfaraskip Landsins nýtir eina talgilda slóð, sum tú leggur eftir tær, tá ið tú vitjar heimasíðuna hjá Strandfaraskip Landsins.
Eitt farspor er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna tína teldu aftur. Eitt farspor er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla, sum ikki kann spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.
Brúk av farsporum á heimasíðuni
Tað er neyðugt at brúka farspor, fyri at heimasíðan kann virka, sum hon skal.
Tá ið tú vitjar heimasíðuna hjá Strandfaraskip Landsins, savna farsporini fylgjandi upplýsingar:
•hvørjar síður á www.ssl.fo tú vitjar og nær
• hvønn kaga tú brúkar
• hvørja upploysn tín skermur hevur
• hvørja stýriskipan tín telda hevur
• hvørja heimasíðu tú vitjaði beint áðrenn okkara
• hvønn IP-bústað tú hevur
• hvørja java-útgávu tín telda hevur.
Eisini fáa vit betri yvirlit yvir tína vitjan á heimasíðuni umvegis farsporini, so vit miðvíst kunnu menna heimasíðuna eftir tínum tørvi og áhuga. Til dømis minnast farspor, hvat tú hevur lagt í eina møguliga kurv, um tú fyrr hevur vitjað síðuna, um tú ert innritað-/ur, og hvat mál og hvat gjaldoyra, tú gjarna vilt síggja á heimasíðuni. Vit brúka eisini farspor til miðvíst at vísa tær viðkomandi lýsingar á øðrum heimasíðum. Sum heild verða farspor soleiðis brúkt sum ein partur av okkara tænastu, fyri at vísa innihald, ið er so viðkomandi sum gjørligt fyri teg.
Upplýsingarnar verða bert nýttar í sambandi við heimasíðuna og til at gera hagtøl, sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna.
Hvussu leingi verða farspor goymd?
Tað er ymiskt, hvussu leingi farspor verða goymd á tínari útgerð. Tíðarskeiðið verður roknað frá seinastu ferð, tú vitjaði heimasíðuna. Meginparturin av teimum verða goymdar í 1-24 mánaðir. Farsporini strika seg sjálvvirkandi, tá ið tíðarskeiðið er runnið.
Soleiðis velur tú farspor frá ella strikar tey
Tú kanst altíð velja farspor frá á telduni, teldlinum ella fartelefonini við at broyta stillingar í kaganum. Hvar stillingarnar eru, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Minst tó til, at um tú velur farspor frá, ber ikki til at brúka nógvar ymiskar tænastur á heimasíðum, tí fyritreytin fyri, at tænasturnar virka, er, at heimasíðan kann minnast tey valini, tú gert.
Tú kanst velja farspor frá, sum Google Analytics brúkar, her.
Soleiðis strikar tú farspor
Farspor, sum tú áður hevur góðtikið, kunnu lættliga strikast aftur. Ynskir tú at strika farsporini, kanst tú gera tað umvegis internetkagan við at fara inn undir innstillingar – Security and Privacy. Her eru vegleiðingar til teir mest brúktu kagarnar:
- Internet Explorer
- Microsoft Edge
- Mozilla Firefox
- Google Chrome
- Opera
- Safari
- Flash cookies
- Apple
- Android
- Chrome, Android
Broyting av samtykki
Tú kanst altíð broyta títt samtykki. Tú kanst antin strika farsporini í netkaganum ella broyta títt upprunaliga val við at trýsta á ímyndina niðast í vinstra bredda.
Minst til, at um tú brúkar fleiri kagar, mást tú strika farsporini í hvørjum kaga sær.
Dátuverndarkunning
Tínir persónsupplýsingar verða handfarnir sambært dátuverndarlógini, tú kanst lesa nærri um dátuverndarkunningina hjá ssl her.
Spurningar
Um tú hevur viðmerkingar ella spurningar viðvíkjandi farsporum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.