Treytir fyri bólkabílegging

Gjalding

Rindast skal, tá ferðast verður.

Virki og stovnar kunnu útvega sær eitt Vinnukort til endamálið, sum er galdandi á øllum Bygda- og Oyggjaleiðum*.

Við Vinnukortinum verður ferðast upp á kreditt, og rokning fyri nýtsluna á hvørjum korti sær verður send virkinum ella stovninum síðst í mánaðinum. Treytin fyri at fáa Vinnukort er, at virki ella stovnurin hevur eina konto hjá Strandferðsluni.

*Undantikið á Mykinesleiðini.

Váttan

Bílegging skal vera váttað av SSL við telduposti fyri at hava gildi í bussinum/skipinum.

Kapasitetstrupulleikar

Er kapasitetstrupulleiki á ynskta túri, kann SSL finna annan túr til bólkin, ella avvísa møguleikan fyri, at bólkurin sleppur við ynskta túr.

SSL hevur ikki skyldu til at økja um kapasitetin til bólkar, men skulu hesir gjalda fyri serflutning, um tey ikki vilja laga seg til tann avsetta kapasitetin.

Á bólkatúrum við ávísum skipum, kann verða neyðugt at seta inn eyka manning. Sí nærri kunning og prísir omanfyri.

Eyka manning

Mest loyvda ferðafólkatal í smb. við bólkatúrar er lýst niðanfyri í talvuni. Hetta merkir t.d. at fyri ávís skip, har eyka manning má setast inn fyri at føra størri bólkar enn tað loyvda, verður álagt eitt eykagjald á 3.100 kr. Til ber eisini at leiga skip, sí meira kunning her.

Skip

Alt árið

Vetur

Summar

Eyka manning

Smyril

340

Teistin

50

Ternan

35

50

100

Sam

25

Ritan

30

30

75

Sildberin

10

20

Jósup

20

40

Erla Kongsdóttir