Keyps- og bíleggingartreytir - Leið 66

Bílegging

Tú kanst bíleggja fram til fráferð.

Børn undir 7 ár ferðast ókeypis, men pláss má bíleggjast til tey.

Tú rindar við gjaldskorti tá tú bíleggur. Ómaksgjald kann koma afturat prísinum, alt eftir, hvat gjaldskort verður nýtt.

Øll, sum bíleggja sær ferðaseðil frammanundan, hava framíhjárætt at sleppa umborð á skipið, um tey møta til ásettu tíð.

 

Møtitíð - ferðandi til gongu

Tú skalt møta í seinasta lagi 10 min. fyri fráferð. Ferðandi, ið koma seinni enn hetta, hava ikki framíhjárætt at sleppa við og ferðaseðilin verður ikki endurrindaður, um tú ikki fær pláss umborð.

 

Bílegging við SSL brúkara:  

Vit mæla øllum okkara kundum til at stovna sær ein brúkara og at bíleggja umvegis brúkaran. 

Sí okkara brúkaravegleiðingar her: 

Fyri at bíleggja víð tínum SSL brúkara, mást tú minnast til at rita inn, áðrenn tú bíleggur. Eisini er neyðugt at skráseta títt p-tal á tínum brúkara, fyri at tryggja tær búsitandi-prís. Tú hevur eisini møguleikan at keypa tær árskort til akfar og persón, ið gevur avsláttur, og gevur størri avsláttur, jú oftari tú ferðast.

Eisini hevur tú møguleikan at skráseta títt gjaldskort á tínum SSL-brúkara, ið ger tað lættari at bíleggja ferðaseðil.

 Tað er neyðugt at bíleggja ferðaseðil, hóast tú hevur SSL brúkara. 

 

Uttan SSL brúkara:  

Tú rindar við gjaldskorti, tá tú bíleggur uttan SSL brúkara. Ómaksgjald kann leggjast afturat prísinum, alt eftir hvat gjaldskort verður nýtt.  

Kvittan fyri bílegging verður send við telduposti. Hevur tú ikki móttikið kvittan, kanna tá spam-teldupostin og at telduposturin er rættur.

Møtir ferðandi, sum hevur bílagt, ikki upp, verður plássið latið øðrum, og peningur verður tá ikki endurgoldin.

 

SSL kort

Tað ber ikki til at bíleggja við virðiskorti. Tað ber heldur ikki til at brúka virðiskort á Oyggjaleiðum.

 

Árskort

Árskortið er persónligt og kann bert nýtast av tí persóni, sum eigur tann SSL brúkaran, ið kortið er knýtt at. Tað er krav, at brúkarin er innritaður við bílegging fyri at nýta árskortið. Tað er ikki loyvt at lata árskortið víðari til onnur.

 

Keyp við váttaðum bústaði (Búsitandi pláss/prísur)

Um tú hevur váttað tín bústað við tínum P-tali fyri at fáa atgongd til prísir fyri búsitandi, er tað bert loyvt at keypa ferðaseðlar til tín sjálvs og títt egna húsarhald gjøgnum henda møguleika. Tað er ikki loyvt at keypa ferðaseðlar til onnur enn tey, ið hoyra til títt húsarhald og búgva á sama bústaði. Misnýtsla av hesum møguleika kann føra til, at rætturin at keypa til búsitandi prís ella fáa búsitandi pláss verður tikin frá tær.

 

Avlýsing og broyting av ferðaseðli  

Tú kanst avlýsa tína ferð ella gera broytingar fram til 2 tíma fyri fráferð. Niðast á bíleggingarkvittanini er ein leinkja, har tað ber til at broyta ella strika ferðaseðilin. Um tú hevur bílagt við SSL brúkara, kanst tú bæði strika bílegging og gera broytingar inni á SSL brúkaranum.

Verður bílegging strikað í seinasta lagi 2 tíma fyri fráferð, fært tú alla upphæddina endurgoldna. Eftir hetta ber ikki til at strika bílegging, og tú hevur ikki rætt til at fáa pening endurgoldnan.

 

Avlýstur túrur

Um SSL avlýsir ein túr verður bíleggingin strikað, og tú fært peningin afturgoldnan fyri ferðaseðilin. Tú mást tá sjálv/ur bíleggja nýggja ferð.

Allar avlýsingar verða lýstar á ssl.fo. Tað er kundans ábyrgd at kanna heimasíðuna fyri kunning um avlýsingar.

Vit bjóða eisini eina sms-tænastu, sum tú kanst tekna teg til, har avlýsingar og seinkingar verða lýstar. Tú finnur kunning um hesa tænastu undir "Um SSL -> Samband” á okkara heimasíðu. Tað kunnu tó koma trupulleikar við útlendskum telefonnumrum, og tí mæla vit til altíð at brúka heimasíðuna sum høvuðkeldu fyri kunning.

SSL endurgeldur ikki pening fyri útreiðslur ella inntøkumiss, í stavast frá seinkingum ella avlýsingum av túrum hjá SSL.

 

Annað

Tað er egin ábyrgd at tryggja, at tú hevur bílagt til røttu fráferð.

Restpeningur, ið stendur á tínum SSL brúkara, verður bert afturgoldin til føroyskar bankakontoir.

Frá 1. januar 2025 verða treytirnar broyttar, soleiðis at eitt ómaksgjald á 200 kr. verður kravt fyri at fáa peningin afturgoldnan á tína bankakonto (peningur verður einans afturgoldin á føroyskar bankakontoir).

Um tað eru minni enn 200 kr. á tínum SSL brúkara, ber ikki til at fáa peningin afturgoldnan.

 

Frávik

Fastbúgvandi í Skúvoy hava framíhjárætt til 5 sitipláss millum Sand og Skúvoy, hvønn túr.