Keyps- og bíleggingartreytir - Leið 7
Bílegging
Tú kanst bíleggja fram til í seinasta lagi 1 tíma fyri fráferð. Eftir hetta kanst tú bíleggja ferðaseðil til bíðistøðu, fram til fráferð.
Tú rindar við gjaldskorti, tá tú bíleggur. Ómaksgjald kann koma afturat prísinum, alt eftir hvat gjaldskort verður nýtt.
Øll, sum bíleggja sær pláss, hava framíhjárætt til pláss umborð á skipinum.
Tú skalt skráseta nummarplátuna á akfarinum, tá tú bíleggur til akfar.
Tað ber til bæði at bíleggja einvegis ferðaseðil og at bíleggja aftur og fram.
Møtitíð - Akfar
Akfarið skal vera í bíðirøð í seinasta lagi 15 min. fyri fráferð. Ferðafólk, ið eru afturat føraranum, skulu ganga umborð og vísa ferðaseðil, tá gingið verður umborð, men legg til merkis at:
- Børn kunnu vera í bilinum
- Fylgjari við rørðslutarnaðum, ið ikki rindar ferðaseðil, kann vera í bilinum
- Ferðandi, ið eru illa gongd, kunnu vera í bilinum
GG!
Starvsfólk hjá SSL hava fullan rætt at avvísa ferðafólki og akfari, sum ikki møta til ásettu tíð. Peningur fyri bíleggingina verður tá ikki endurgoldin.
Bílegging til akfar kann einans nýtast til akfar, ið hevur bílagt, t.v.s. at tað er ikki loyvt at lata ferðaseðilin víðari til annað akfar.
Bílegging við SSL brúkara:
Vit mæla øllum okkara kundum til at stovna sær ein brúkara og at bíleggja umvegis brúkaran.
Sí okkara brúkaravegleiðingar her:
Fyri at bíleggja víð tínum SSL brúkara, mást tú minnast til at rita inn, áðrenn tú bíleggur. Eisini er neyðugt at skráseta títt p-tal á tínum brúkara, fyri at tryggja tær búsitandi-prís. Tú hevur eisini møguleikan at keypa tær árskort til akfar og persón, ið gevur avsláttur, og gevur størri avsláttur, jú oftari tú ferðast.
Eisini hevur tú møguleikan at skráseta títt gjaldskort á tínum SSL-brúkara, ið ger tað lættari at bíleggja ferðaseðil.
Tú sært eitt yvirlit yvir bílagdir túrar inni á tínum SSL brúkara.
Uttan SSL brúkara:
Tú rindar við gjaldskorti, tá tú bíleggur uttan SSL brúkara. Ómaksgjald kann leggjast afturat prísinum, alt eftir hvat gjaldskort verður nýtt. Eisini rindar tú ein hægri ferðaseðlakostna, um tú bíleggur uttan brúkara.
Kvittan fyri bílegging verður send við telduposti. Hevur tú ikki móttikið kvittan, kanna tá spam-teldupostin og at telduposturin er rættur.
SSL kort
Tað ber ikki til at bíleggja við virðiskorti. Tað ber heldur ikki til at brúka virðiskort á Oyggjaleiðum.
Avlýsing og broyting av ferðaseðli
Tú kanst avlýsa tína ferð ella gera broytingar fram til 2 tímar fyri fráferð. Niðast á bíleggingarkvittanini er eitt leinki at strika bíleggingina við. Um tú hevur bílagt við SSL brúkara, kanst tú bæði strika bílegging og gera broytingar inni á SSL brúkaranum.
Um tú strikar bíleggingina í seinasta lagi 2 tíma fyri fráferð, fært tú alla upphæddina endurgoldna. Eftir hetta ber ikki til at strika bílegging, og tú hevur tá ikki rætt til at fáa pening endurgoldnan.
Avlýstur túrur
Um SSL avlýsir ein túr verður bíleggingin strikað, og tú fært peningin afturgoldnan fyri ferðaseðilin. Tú mást tá sjálv/ur bíleggja nýggja ferð.
Allar avlýsingar verða lýstar á ssl.fo. Tað er kundans ábyrgd at kanna heimasíðuna fyri kunning um avlýsingar.
Vit bjóða eisini eina sms-tænastu, sum tú kanst tekna teg til, har avlýsingar og seinkingar verða lýstar. Tú finnur kunning um hesa tænastu undir "Um SSL -> Samband” á okkara heimasíðu. Tað kunnu tó koma trupulleikar við útlendskum telefonnumrum, og tí mæla vit til altíð at brúka heimasíðuna sum høvuðkeldu fyri kunning.
SSL endurgeldur ikki pening fyri útreiðslur ella inntøkumiss, í stavast frá seinkingum ella avlýsingum av túrum hjá SSL.
Annað
Tað er egin ábyrgd at tryggja, at tú hevur bílagt til røttu fráferð.
Tað er egin ábyrgd at tryggja, at tú hevur ritað inn við tínum brúkara og at hava váttað bústað, áðrenn bílegging.
Tað er egin ábyrgd at upplýsa røttu stødd á akfarinum tá tú bíleggur pláss, fyri at tryggja rættan ferðaseðil. Hevur tú upplýst skeiva stødd á akfarinum verður bíleggingin avvíst, uttan at kostnaðurin verður endurrindaður.
Tað er egin ábyrgd at tryggja, at røtt nummarpláta er skrásett í bíleggingini. Er nummarplátan skeivt skrásett verður tú skrásett/ur sum ikki møtt/ur, og tú mást tá keypa nýggjan ferðaseðil umborð. Tú fært ikki peningin afturgoldnan.
Restpeningur, ið stendur á tínum SSL brúkara, kann bert afturgjaldast til føroyskar bankakontoir.
Frá 1. Januar 2025 verða treytirnar broyttar, soleiðis at eitt ómaksgjald á 200 krónur verður kravt fyri at fáa peningin afturgoldnan á tína bankakonto (peningur verður einans afturgoldin á føroyskar bankakonti).
Um tað standa minni enn 200 krónur á tínum SSL brúkara, ber ikki til at fáa peningin afturgoldnan.
SSL brúkarar, ið ikki hava verið í brúk í 3 ár, verða strikaðir og peningur, ið stendur á brúkarunum, fellur burtur.
Gevið gætur
Um sjúkra-, brand- ella annað akfar í bráfeingis ørindum skal við, verður tað seinasti bilur, sum er komin umborð, sum má lata pláss til bráfeingisakfar.