Keypstreytir fyri Árskorti

Keypstreytir fyri Árskort

1. Inngangur

Hesar keypstreytir eru galdandi fyri keyp av árskorti til Strandfaraskip Landsins. Við at keypa eitt árskort játtar tú at fylgja hesum treytum.

2. Keyp av Árskorti

Árskortið er ein talgild vøra, sum gevur tær rætt til avsláttur á ferðaseðlar til eina ávísa leið í eitt ár frá keypsdegnum. Eftir keyp verður árskortið goymt á tínum SSL brúkara, so tú lættliga kanst brúka tað, tá tú keypir ferðaseðlar.

Tú kanst velja at keypa árskort til:

  • Eitt ávíst akfar: Avslátturin er galdandi fyri allar ferðir við tí akfarinum á tí valdu leiðini.
  • Tín sum persón: Avslátturin er galdandi fyri allar ferðir, tú sjálvur ferðast á tí valdu leiðini.

Um avslátturin:

  • Avslátturin veksur, jú meira tú ferðast á tí leiðini, tú hevur keypt árskortið til.
  • Avslátturin kann ikki brúkast til aðrar leiðir ella onnur akfør/persónar.

Annað:

  • Árskortið er persónligt (ella akfarsbundið) og kann ikki flytast til annan persón ella akfar.
  • Keyp av árskorti er bindandi.

3. Prísir

  • Allir prísir eru íroknaðir meirvirðisgjald (MVG), um annað ikki er tilskilað.
  • Gjaldoyra er DKK.
  • Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum, óvanligum príshækkingum, óvantaðum øktum avgreiðslukostnaði og útseldum vørum.

4. Gjaldstreytir

Rindast kann við:

  • Dankort og Visa/Dankort
  • Saldo á brúkarkonto hjá kundanum

5. Afturgjalding

  • Angrarrættur: Tú hevur 14 dagar frá tí, vøran er keypt, at angra títt keyp. Freistin er at rokna frá tí degi, tú hevur móttikið keypsváttanina.
  • Treyt fyri refundering: Vøran kann bert latast aftur, um vøran ikki er brúkt, t.v.s. um tú ikki hevur brúkt árskortið til at ferðast við.
  • Skeiv leið: Um tú av misgávum hevur keypt árskort til skeiva leið, hevur tú 14 dagar at angra keypið, treytað av at árskortið ikki er brúkt. Vend tær til kundatænastuna fyri at fáa eitt nýtt árskort til røttu leiðina.
  • Tað ber ikki til at returnera eitt árskort, sum er brúkt.

6. Persónsupplýsingar

  • Vit skráseta tínar persónsupplýsingar fyri at kunna veita bíløgdu vøruna til tín og fyri at umsita títt árskort.
  • Tú hevur altíð rætt til at fáa upplýst, hvørjar upplýsingar um teg vit hava skrásettar.
  • Vit goyma tínar upplýsingar í 5 ár sambært galdandi lóggávu.
  • Ynskir tú upplýsningarnar strikaðar, vinarliga send okkum eini boð.

7. Kundatænasta

Um tú hevur spurningar ella ivamál, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara kundatænastu á 34 30 00 ella bookingsupport@ssl.fo.

8. Broytingar í keypstreytum

Strandfaraskip Landsins tilskilar sær rættin til at broyta hesar keypstreytir uttan ávaring. Nýggjastu keypstreytirnar eru altíð at finna á ssl.fo.

9. Galdandi lóg

Hesar keypstreytir eru galdandi sambært føroyskari lóggávu.