Ofta settir spurningar - Leið 56

Hvussu bíleggi eg pláss?

Far inn á heimasíðuna ssl.fo og trýst á Bílegging ovast í høgra horni. Útfyll teigarnar og rinda við gjaldskorti, um tú ikki hevur stovnað tær SSL brúkara. Tú fært eina kvittan fyri bíleggingina á teldupost tín. 

Sí okkara brúkaravegleiðingar her.

 

Er neyðugt at bíleggja pláss? 

Nei, tað ber til at stilla seg í bíðirøð uttan bílegging, og er pláss eftir, tá bíløgdu bilarnir eru komnir umborð, verða bilar úr bíðirøð uttan bílegging tiknir við, til skipið er fult.

Vit viðmæla tær at bíleggja pláss við bíleggingarskipanini. Hesi hava framíhjárætt at sleppa við umframt at kostnaðurin er væl hægri, um tú keypir á staðnum.

 

Skal eg gjalda báðar vegir á leið 56 

Ja. Tú rindar fyri einvegis ferðaseðil báðar vegir. 

 

Er neyðugt at stovna SSL brúkara? 

Vit viðmæla tær at stovna tær ein SSL brúkara og at vátta tín bústað, fyri at tryggja tær besta prísin og bestu sømdirnar. Tað ber eisini til at bíleggja uttan SSL brúkara og at rinda við gjaldskorti.

Sí okkara brúkaravegleiðingar her:

 

Er tað ein fyrimunur at stovna SSL brúkara? 

Ja. Øll, ið stovna sær brúkara og vátta sín bústað við sínum p-tali, fáa ein betri prís, tá tey bíleggja ferðaseðil. Umframt hetta hevur tú møguleika at keypa tær eitt árskort til ávísa farleið, ið gevur størri avsáttur, jú oftari tú ferðast.

Tú kanst síggja prísyvirlitið á Oyggjaleiðum her:

 

Hvussu veit eg um pláss er á túrinum, eg ætli mær við? 

Um tað ber til at velja túrin í bíleggingarskipanini, eru pláss eftir at bíleggja. Teir túrar, har øll pláss eru bíløgd, kunnu ikki veljast. 

 

Ber til at koma á bíðilista? 

Nei, tað er ongin bíðilisti, víst verður tá til bíðirøð fyri tey ið ikki hava bílagt ferðaseðil.  

 

Kann eg avlýsa eina bílagda ferð? 

Ja, niðast á kvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gerða broytingar og at strika bílegging. Um tú strikar bíleggingina í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð fært tú alla upphæddina endurgoldna. 

Sí okkara brúkaravegleiðingar her:

 

Kann eg broyta eina bílagda ferð? 

Ja. Niðast í bíleggingarkvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gera rættingar í bíleggingini.

 

Fái eg peningin aftur, um eg avlýsi eina ferð? 

Um ferðin verður avlýst í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð, fært tú peningin aftur. Eftir hetta ber ikki til at avlýsa og tú fært ikki peningin afturgoldnan. 

 

Fái eg peningin aftur, um eg ikki møti upp? 

Nei um tú ikki møtir til ásettu tíðina, fært tú ikki peningin afturgoldnan. 

 

Skal ferðaseðilin vísast, tá farið verður umborð?

Á ferðaseðlinum er ein QR kota, ið skal skannast tá tú kemur í bíðirøðina ella áðrenn tú gongur umborð. Tú fært eina QR kotu fyri bíleggingina, ið er galdandi fyri øll, ið bílagt er fyri.

 

Kvittanin fyri bíleggingina er ikki komin, hvat geri eg? 

Kanna um røtt teldupostadressa er skrásett í bíleggingini, ella um kvittanin kann vera farin í postkassa til óynsktan post (spam). 

 

Eg havi ikki bílagt pláss, kann eg møta kortini? 

Av tí at plássið umborð er avmarkað, viðmæla vit at bíleggja ferðaseðil frammanundan. Hesi hava framíhjárætt og sleppa onnur bert við, um pláss er tøkt umborð við fráferð. Tú fært eisini ferðina fyri ein betri prís, um tú bíleggur áðrenn fráferð, heldur enn at keypa á staðnum. Tað ber tó til at stilla seg í bíðirøð fyri akfør/persónar, ið ikki hava bílagt.

 

Hvussu veit eg, at bílegging mín er skrásett? 

Tú fært kvittan í teldubrævi, sum váttar bíleggingina. 

 

Hvussu veit eg, um mín bílegging er strikað? 

Tú fært teldubræv við boðum um, at bíleggingin er strikað. 

 

Kann eg gjalda við SSL korti? 

Nei tað ber ikki til at gjalda við virðiskorti á Oyggjaleiðum. Vit mæla heldur til at tú stovnar tær ein brúkara í okkara skipan, váttar tín bústað við tínum p-tali, og síðani bíleggur umvegis tín brúkara.

 

Hvussu geri eg, um eg ferðist við korti frá Studna ella ÍSF? 

Í løtuni ber ikki til at bíleggja pláss við hesum kortum. Gevur títt Studni - kort tær rætt til at ferðast millum Kallsoy - Klaksvík, kanst tú nýta kortið, tá ið farið verður umborð.
Bólkar, ið nýta ÍSF kort, skulu fylgjast umborð. Eitt umboð í bólkinum avgreiðir ferðaseðlar til allan bólkin á veg umborð.