Ofta settir spurningar - Leið 7

Hvussu bíleggi eg pláss?

Far inn á ssl.fo og trýst á 'Bílegg Pláss' ovast í høgra horni. Útfyll teigarnar og rinda við gjaldskorti, um tú ikki hevur stovnað tær SSL brúkara. Hevur tú SSL brúkara, skalt tú minnast til at rita inn við tínum brúkara áðrenn tú bíleggur.

Tú fært síðani eina kvittan fyri bíleggingina á tín teldupost. 

Vegleiðing til hvussu tú gert eina bílegging sæst her.

 

Er neyðugt at bíleggja pláss? 

Vit mæla øllum okkara ferðandi til at bíleggja pláss í bíleggingarskipanini, tá hesir bilar og ferðafólk hava framíhjárætt at sleppa við, umframt at tú fært ein betri prís.

Nýggju prísirnir kunnu síggjast her:

Tað ber tó til at møta upp og stilla seg í bíðirøð, men tá hevur tú ikki tryggjað tær pláss umborð, umframt at tú rindar ein hægri ferðaseðlaprís, við at keypa ferðaseðil við fráferð.

 

Nær skal eg møta í bíðirøðini, um eg havi bílagt pláss?

Bilar, ið hava bílagt, skulu vera í bíðirøðini í seinasta lagi 15. min fyri fráferð. Um tú ikki møtir til tíðina, kanst tú missa tína bílegging til annað akfar, ið ikki hevur bílagt frammanundan. Tú hevur tá ikki rætt til at fáa peningin aftur fyri tína bílegging.

 

Er tað neyðugt at bíleggja pláss, um eg ikki ferðist við bili?

Vit mæla øllum okkara ferðandi til at keypa ferðaseðil í okkara bíleggingarskipan, áðrenn fráferð. Hetta tryggjar tær bæði pláss og ein betri ferðaseðlaprís. Um tú keypir á staðnum við fráferð, rindar tú ein hægri prís. 

 

Skal eg gjalda báðar vegir á leið 7?

Ja, tú skalt gjalda báðar vegir á leið 7.

 

Er neyðugt at stovna SSL brúkara? 

Vit mæla øllum okkara brúkarum til at stovna sær ein brúkara í okkara bíleggingarskipan, og at vátta sín bústað, fyri at tryggja sær herbúgvandi prís.

Sí okkara brúkaravegleiðingar her:

 

Er tað ein fyrimunur at stovna SSL brúkara?

Ja. Um tú hevur brúkara og váttar tín bústað við tínum p-tali, rindar tú fyri fastbúgvandi prís. Eisini hevur tú møguleikan at keypa tær árskort til persón/akfar á ávísari farleið, ið síðani gevur ein størri avsláttur, jú meiri tú ferðast.

 

Hvussu veit eg um pláss er á túrinum, eg ætli mær við? 

Um tað ber til at velja túrin í bíleggingarskipanini, eru pláss eftir at bíleggja. Teir túrar, har øll pláss eru bíløgd, kunnu ikki veljast.

 

Ber til at koma á bíðilista? 

Nei, tað er ongin bíðilisti, víst verður tá til bíðirøð fyri akfør, ið ikki hava bílagt ferðaseðil.

 

Kann eg avlýsa eina bílagda ferð? 

Ja, niðast á kvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gerða broytingar og at strika bílegging. Um tú strikar bíleggingina í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð, fært tú alla upphæddina endurgoldna. 

Sí okkara brúkaravegleiðingar her.

 

Kann eg broyta eina bílagda ferð? 

Ja. Niðast í bíleggingarkvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gera rættingar í bíleggingini. Í hesi funkuni ber bæði til at broyta fráferð, nummarplátu á akfari og at avlýsa bílagda ferð.

Sí okkara brúkaravegleiðingar her. 

 

Fái eg peningin aftur, um eg avlýsi eina ferð? 

Um ferðin verður avlýst í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð, fært tú peningin aftur. Eftir hetta ber ikki til at avlýsa og tú fært tá ikki peningin afturgoldnan.

 

Fái eg peningin aftur, um eg ikki møti upp? 

Nei. Um tú ikki møtir upp til fráferðina, tú hevur bílagt til, fært tú ikki peningin afturgoldnan. 

 

Skal ferðaseðilin vísast, tá farið verður umborð?

Ferðandi til gongu skulu vísa ferðaseðil, tá farið verður umborð. Nummarplátan á akfarinum verður skannað, tá koyrt verður umborð, men vit mæla til at tú hevur ferðaseðilin tøkan. Starvsfólk hjá SSL kann biða um at síggja ferðaseðilin.

GG! Tað er sera týdningarmikið at røtt nummarpláta er skrásett í bíleggingini. Er nummarplátan ikki røtt verður tú skrásett/ur til ikki at verða møtt/ur upp til túrin, og tú mást tá keypa ferðaseðil umborð, eins og aðrir bilar, ið ikki hava bílagt ferðaseðil áðrenn fráferð.

 

Kvittanin fyri bíleggingina er ikki komin, hvat geri eg? 

Kanna um røtt teldupostadressa er skrásett í bíleggingini, ella um kvittanin kann vera farin í postkassa til óynsktan post (spam). Um tú hevur bílagt við tínum SSL brúkara, finnur tí tínar bíleggingar á tínum brúkara.

 

Eg havi ikki bílagt pláss, kann eg møta kortini? 

Tað ber til at møta upp og at keypa ferðaseðil við fráferð, men legg til merkis at:

  • Akfør, ið hava bílagt pláss, hava framíhjárætt og sleppa onnur bert við, um pláss er tøkt umborð við fráferð.
  • Ferðaseðilin er væl dýrari, um tú keypir hann við fráferð, heldur enn at bíleggja hann frammanundan.

 

Hvussu veit eg, at mín bílegging er skrásett? 

Tú fært kvittan í teldubrævi, sum váttar bíleggingina. Hevur tú bílagt við tínum brúkara, sært tú eitt yvirlit yvir bílagdir túrar á tínum brúkara.

 

 

Hvussu veit eg, um mín bílegging er strikað? 

Tú fært teldubræv við boðum um, at bíleggingin er strikað. 

 

 

Kann eg gjalda við virðiskorti og øðrum SSL kortum? 

Nei, tað ber ikki til at nýta virðiskort umborð á okkara ferjum. Vit mæla øllum okkara brúkarum til at stovna sær brúkara í okkara bíleggingarskipan, og at vátta sín bústað, fyri at tryggja sær besta prís og sømdir. Á tínum brúkara hevur tú nú møguleikan at keypa tær eitt árskort til ávísa farleið, ið síðani gevur størri avsláttur, jú oftari tú ferðast.

Hevur tú eitt árskort við restsaldo á, ber til at lata kortið inn á farstøðini ella á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, og síðani fáa restupphæddina afturgoldna á tína kontu.

Lesandi, ið hava kort frá Studna, kunnu enn, sum áður, møta upp og brúka sítt skúlakorti.

 

Eg havi el-bil. Havi eg ein verri møguleika at fáa pláss til bilin í bíleggingarskipanini?

Tað ber framvegis til at bíleggja pláss til el-bil uttan trupulleika. Fyri trygdina umborð vilja vit tó gjarna vita hvussu nógvir el-bilar eru við til hvønn túrin. Tú verður tí biðin um at seta flugubein við el-bil, um tú ferðast við el-bili, tá tú bíleggur pláss til tín bil.

 

Eg ætli at bíleggja pláss til leigubil, men eg kenni ikki nummarplátuna enn. Kann eg bíleggja pláss kortini?

Ja, tað ber væl til at bíleggja pláss til leigubil. Tú kanst upplýsa eina fyribils nummarplátu tá tú bíleggur. Tá ið tú kennir røttu nummarplátuna á bilinum, tú skalt bíleggja til, kanst tú fara inni og gera rættingar í bíleggingini. Tú kanst gera rættingar í bíleggingini fram til 1 tíma undan fráferð.

GG! Tað er sera týdningarmikið at røt nummarpláta er upplýst í bíleggingini, tí nummarplátan verður skannað, tá bilurin koyrir umborð. Er nummarplátan ikki røtt verður tú skrásett/ur til ikki at verða møtt/ur upp til túrin, og tú mást tá keypa ferðaseðil umborð, eins og aðrir bilar, ið ikki hava bílagt ferðaseðil áðrenn fráferð.

Sí okkara brúkaravegleiðingar her.

 

Eg havi goldið 225 kr. fyri returferðaseðil, áðrenn bíleggingarskipanin kom í gildi á Suðuroyarleiðini 8. juli, og skuldi síðani gjalda einvegis ferðaseðil á veg suður aftur. Kann eg fáa peningin afturgoldnan fyri annan einvegis ferðaseðilin?

Nei, tú fært ikki ferðaseðilin endurgoldnan. Tá ið bíleggingarskipanin og nýggir prísir komu í gildi á Suðuroyarleiðini mánadagin 8. juli 2024, varð ferðaseðlaskipanin hjá SSL eisini broytt til, at bilar nú skulu gjalda einvegis ferðaseðil á hvørjum túri á leið 7. Tí er gamla prísskipanin ikki galdandi longur, og ferðaseðlar, ið vórðu keyptir og brúktir áðrenn 8. juli 2024, verða ikki endurgoldnir.

 

 

Hvussu geri eg, um eg ferðist við korti frá Studna ella ÍSF? 

Í løtuni ber ikki til at bíleggja pláss við hesum kortum. Gevur títt Studni - kort tær rætt til at ferðast millum Suðuroy og Tórshavn, kanst tú nýta kortið, tá ið farið verður umborð.
Bólkar, ið nýta ÍSF kort, skulu fylgjast umborð. Eitt umboð í bólkinum avgreiðir ferðaseðlar til allan bólkin umborð.