Prísir og treytir
Rutuflúgvingin við tyrluni hjá Atlantic Airways er stuðlað av føroysku myndugleikunum. Endamálið er at knýta oyggjarnar saman og at geva útoyggjafólki eitt regluligt og smidligt samband við meginøkið.
Prísurin fyri rutuflúgving við tyrluni er broyttur pr. 1. september 2022. Kostnaðurin fyri ferðina verður ásettur alt eftir, hvar tú hevur bústað.
Fyri at síggja kostnaðin fyri ynsktu ferðina, skalt tú fyrst velja, um tú hevur skrásettan bústað í Føroyum ella ikki.
Kostnaðaryvirlit fyri ferðaseðlar og farm sæst á Atlantic.fo >>
Treytir o.a.
Ferðandi
Ferðaseðlar til tyrluna skulu bíleggjast HER.
Vinarliga legg til merkis, at tú í fyrsta lagi kanst bíleggja sjey dagar undan fráferð á øllum leiðum uttan Froðbiarleiðini, har kanst tú bíleggja tveir dagar áðrenn fráferð.
Tað er ikki møguligt at bíleggja rundtúr við tyrluni á rutuflúgvingini. Tí ber bert til at keypa ein ferðaseðil við fráferð sama dag.
Ferðaseðilin verður bílagdur og goldin á netinum.
Umráðandi er, at tú møtir rættstundis, minst 30 min. undan fráferð, so leiðarin á pallinum hevur góðar stundir til fyrireikingararbeiðið, áðrenn tyrlan fer.
Bílegging
Ferðaseðlar skulu bíleggjast á netinum í seinasta lagi 30 minuttir undan fyrstu fráferð á degnum.
Bíleggingin kann gerast í fyrsta lagi sjey dagar áðrenn fráferð.
Tó kunnu bíleggingar til og frá Froðba og Skúvoy bíleggjast tveir dagar áðrenn fráferð.
Rundtúrar mánadag kunnu bíleggjast 90 dagar áðrenn fráferð.
Tú kanst broyta bíleggingina upp til 24 tímar áðrenn fráferð. Tó ber einans til at broyta navn og dagfesting.
Tú kanst strika bíleggingina upp til 24 tímar áðrenn fráferð og harvið fáa peningin afturgoldnan á gjaldskortið.
Broytingar kanst tú gera við at innskriva teg á skipanina við tínum brúkaranavni og loyniorði. Ert tú ikki skrásettur brúkari, kanst tú nýta bíleggingarnummarið og eftirnavn.
Legg til merkis
Umráðandi er, at tú møtir 30 minuttir undan fráferð.
Tað er ikki møguligt at bíleggja rundtúr við tyrluni á rutuflúgvingini. Tí ber bert til at keypa ein ferðaseðil við fráferð sama dag.
Tú kanst hava í mesta lagi 20 kg av viðføri við umborð.
Tað er ikki loyvt at hava barnavogn við í tyrluna.
Frakt skal bíleggjast á netinum. Sí niðanfyri.
Húsdjór verða bert tikin við, um tey eru í kurv ella eskju. Sí niðanfyri.
GG! Fyrivarni verður tikið fyri avlýsingum orsakað av m.ø. veðri og bjargingararbeiði. Í hesum føri verður einans ferðaseðilin endurgoldin, og annars verður onki endurgjald veitt í sambandi við møguligar aðrar útreiðslur hjá tí ferðandi.
Ferðandi hevur sjálv/ur ábyrgd av at koma til fráfaringarstaðið til ásettu tíð. Møtir tú ikki upp til tíðina, verður onki endurgjald goldið fyri mista ferð.
Viðføri og frakt
Hvør ferðandi hevur loyvi at hava 20 kg av viðføri við sær.
Frakt skal bíleggjast á netinum.
Sera umráðandi er, at tú upplýsir, hvat slag av viðføri ella frakt, tú sendir. Tú skalt upplýsa tal, vekt, stødd, og um fraktin er trupul at handfara. Heitt verður á øll um at pakka viðføri/frakt soleiðis, at hetta ikki dálkar, tí annars kann manningin nokta at taka hana við.
Húsdjór o.a.
Smærri húsdjór verða bert tikin við, um tey eru í kurv ella eskju.
Max. stødd á hundakassa er 51x48x68 cm.
Kunning um rottur
Eingin rotta er m.a. í oyggjunum Fugloy, Svínoy, Mykines, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.
Vinarliga tryggja tær, at tú ikki flytur rottu út í hesar oyggjar!
Sí meira á www.us.fo/rotta