Nýggj prísskipan - Tryggja tær bestu ferðasømdir
Oyggjaleiðir
8. apríl 2025 verða prísirnir á okkara oyggjaleiðum dagførdir
Vit mæla tí øllum okkara kundum til at stovna sær ein brúkara í okkara bíleggingarskipan, og at skráseta sítt p-tal á sínum brúkara.
Á tann hátt tryggjar tú tær besta prísin og bestu ferðasømdir.
Trý sløg av ferðaseðlum
Á oyggjaleiðunum verða nú trý sløg av ferðaseðlum:
Staðprísur – kostnaðurin fyri teg, ið keypir ferðaseðil, tá tú keypir umborð.
Netprísur – kostnaðurin fyri teg, ið keypir ferðaseðil á booking.ssl.fo.
Netprísur (búsitandi í Føroyum) – kostnaðurin fyri teg, ið keypir á booking.ssl.fo og ert búsitandi í Føroyum.
Árskort
Tá ið nýggja prísskipanin tekur við, verður møguligt at keypa sær árskort til ávikavist akfar og vanl. ferðandi til ávísa farleið, ið síðani gevur størri avsláttur, jú meiri tú ferðast á valdu farleiðini.
Árskortið kemur tí ístaðin fyri virðiskort og mánaðarkort, og kunnu hesi tí IKKI endurnýggjast á Oyggjaleiðum eftir 8. apríl. Tó ber framvegis til at ferðast við skúlakorti á Oyggjaleiðum (Mykinesleiðin undantikið), eins og áður.
Lýsingarfilmur
Trýst á lýsingarfilmin niðanfyri:
Meira kunning
Bygdaleiðir
8. apríl 2025 verða prísirnir á okkara bygdaleiðum eisini dagførdir:
Við Bygdaleiðum ber framvegis til at nýta mánaðarkort, skúlakort og virðiskort sum gjaldshátt.