Áheitan til øll ferðafólk: Nýt masku og hald galdandi tilmælir

15.12.2020

Heitt verður á øll ferðafólk at vísa varsemi og halda galdandi tilmælir

Nú vandi er fyri vaksandi korona-tilburðum, verða øll biðin um at verða eyka varin, bæði umborð á ferjum og bussum hjá Strandferðsluni.

Nýtið masku, tá ið tit ferðast við Strandferðsluni

  • Heitt verður á øll ferðandi um at nýta masku umborð á øllum bussum og skipum. Maska skal helst nýtast tá farið verður umborð, í land og so leingi sum tú ert í samband við onnur ferðafólk og starvsfólk.
  • Tó kanst tú taka maskuna av, tá ið tú situr niðri og etur og drekkur, ella meðan tú ert í tínum egna akfari.
  • Maskur kunnu keypast umborð á Strandfaraskipum og bussum.

Frástøða millum ferðafólk og starvsfólk

  • Heitt verður á ferðafólk, um at halda neyðuga frástøðu frá øðrum ferðandi og starvsfólki.
  • Ferðafólk hava ikki atgongd til starvsfólkaøki, so sum messu, stýrhús o.s.fr. Vinaliga virðið hetta, tí smitta millum manningina á okkara skipum og bussum, kann fáa stórar avleiðingar fyri okkara virksemi og tænastu.

Kemur tú heim frá útlondum og ferðast við bussi og skipum

Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi til Føroya vísa varsemi á ferðini, og at ferðandi, sum nýliga eru komin til landið, eru serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum.

  • Ert tú komin heim úr útlondum og ferðast við okkara bussum og skipum, skal tú nýta masku, halda frástøðu og hava serliga gott reinføri.
  • So skjótt sum tú ert komin fram til títt ætlaða heimauppihaldstað, frámæla vit tær at ferðast við Strandferðsluni, til kanningarúrslitið frá 6. degi er tøkt.
  • Tú eigur at vísa serligt varsemi á ferðini av flogvøllinum ella Farstøðini til ætlaða uppihaldsstað títt.
  • Heitt verður á teg um at sita niðri allan túrin - bæði í bussum og umborð á Strandfaraskipum - og ferðast sum minst millum hini ferðafólkini. Sí niðanfyri um sóttarhaldsøkið umborð á Smyril.
  • Fylg tilmælunum frá myndugleikunum viðvíkjandi sóttarhaldi. Tað verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna 6. dagin eftir, at tú ert komin til Føroya.

Spyr ein av manningini ella bussføraran, um tær tørvar nærri vegleiðing.

Kemur tú heim frá útlondum og skalt til Suðuroy

Um tú er komin heim úr útlondum og skal í heimauppihald, er tilskilað serligt økið umborð á Smyrli. Sóttarhaldsøkið er á dekk 6 í stýriborð (Beinisvørð).

  • Ferðandi verða her biðin um at sita niðri allan túrin og ikki at blanda seg saman við vanligu ferðafólkunum. Manningin kann hjálpa til við at keypa ferðaseðil v.m.
  • Vesi er á dekk 6, sum bert verður nýtt til sóttarhaldsøkið.

Spyr ein av manningini, um tú hevur tørv á nærri vegleiðing.

Minst til at halda reinføri og frástøðu

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Einki kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronasmittu.

Tak niður faldaran "Ferðandi til Føroyar" á Corona.fo


(Grafikkur frá Corona.fo)