ÁHEITAN TIL ØLL FERÐAFÓLK: Vís varsemi og hald galdandi tilmæli

31.10.2021

Heitt verður á øll ferðafólk at vísa varsemi og halda galdandi tilmælir

Nú talið á korona-tilburðum er nógv økt, verða ferðafólk biðin um at verða eyka varin, bæði umborð á ferjum og bussum hjá Strandferðsluni.

Strandferðslan vil staðiliga mæla øllum borgarum til, at koppseta seg skjótast til ber.

Frástøða millum ferðafólk og starvsfólk

  • Heitt verður á ferðafólk, um at halda neyðuga frástøðu frá øðrum ferðandi og starvsfólki.
  • Ferðafólk hava ikki atgongd til starvsfólkaøki, so sum messu, stýrhús o.s.fr.
  • Vinaliga virðið hetta, tí smitta millum manningina á okkara skipum og bussum, kann fáa stórar avleiðingar fyri okkara virksemi og tænastu.

Ferðafólk, ið havi fingið staðfest koronasjúku ella ið hava sjúkraeyðkenni í hesum sambandi, skulu IKKI ferðast við Strandferðsluni uttan so, at serlig avtala er gjørd við Strandferðsluna.

Kemur tú heim frá útlondum og ferðast við bussi og skipum

Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi til Føroya vísa varsemi á ferðini, og at ferðandi, sum nýliga eru komin til landið, eru serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum.

  • Ert tú komin heim úr útlondum og ferðast við okkara bussum og skipum, mæla vit til at nýta masku, halda frástøðu og hava serliga gott reinføri.
  • So skjótt sum tú ert komin fram til títt ætlaða heimauppihaldstað, frámæla vit tær at ferðast við Strandferðsluni, til kanningarúrslitið frá 2. degi er tøkt.
  • Tú eigur at vísa serligt varsemi á ferðini av flogvøllinum ella Farstøðini til ætlaða uppihaldsstað títt.
  • Heitt verður á teg um at sita niðri allan túrin - bæði í bussum og umborð á Strandfaraskipum - og ferðast sum minst millum hini ferðafólkini.
  • Fylg tilmælunum frá myndugleikunum viðvíkjandi sóttarhaldi. Tað verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna í mun til galdandi tilmæli.

Spyr ein av manningini ella bussføraran, um tær tørvar nærri vegleiðing.

Minst til at halda reinføri og frástøðu

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Einki kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronasmittu.

Les meira á Corona.fo


(Grafikkur frá Corona.fo)