Almennu myndugleikarnir avtóku seinastu koronaavmarkingarnar 28. februar.
Hetta merkir, at Strandfaraskip landsins er farin undir vanligan ferðafólkaflutning aftur, og ongar avmarkingar eru til ferðandi vegna korona. Víst verður annars til almennu tilmælini á korona.fo.
Strandferðslan mælir tó til, at tað framvegis verður lagdur dentur á gott hondreinføri, og hevur stovnurin hondspritt standandi frammi á almennum støðum á bussum og skipum til endamálið.