Broyting í ferðaætlan á leið 58

09.04.2021

Núverandi tilkallitúrur á kvøldi frá 1. september til 30. september; úr Hvannasundi kl. 18:30 varð ásettur til at siglast skuldi einans til Svínoyar. Henda loysnin hevur verið endurskoðað, tí ynskiligt er at veita somu tænastu til oyggjarnar báðar Svínoy og Fugloy.

Mannagongdin er tann, at siglt verður á tær lendingar, sum hava nøktandi líkindi hvat viðvíkir atløgu. Tað merkir, at ein túrur úr Hvannasundi til Svínoyar kann taka ávíkavist 30 minuttir um siglt verður á Eiði í Svínoy ella ein tíma um siglt verður á Víkina í Svínoy. Hetta ávirkar eisini túralongdina tá siglast skal til Fugloyar úr Svinoy; verður siglt av Eiðinum til Kirkju tekur hetta 15 minuttir, verður siglt av Eiðinum til Hattarvíkar tekur tað uml. ein tíma.

Um siglt verður frá Svínoyarvíkini til Kirkju ella Hattarvíkar tekur tað 45 minuttir til hvørja lending. Harumframt skal tíð leggjast afturat til farmaavgreiðslu við hvørja lending.

Eisini hevur siðvenjan verið tann, at lagt hevur verið at í Svínoy, síðani í Fugloy og so aftur í Svínoy á vegnum inn til Hvannasunds.

Endurskoðaða loysnin ger tað møguligt at sigla til báðar oyggjarnar: Tilkallitúrurin kl.18:30 úr Hvannasundi, verður bert sigldur á Eiði í Svínoy og Kirkju í Fugloy, um viðrar. T.v.s. um tað ikki viðrar á hesum lendingum verður ikki siglt. Viðrar tað bert á aðrari av hesum lendingum verður bert siglt har.

Siglt verður einvegis – Hvannasund – Eiði – Kirkja – Hvannasund. Siglt verður ikki á Eiði á veg inn av Kirkju til Hvannasund.