Broytingar á ólavsøku 2022

21.07.2022

Broytingar eru á ferðslu og ferðaætlanum um ólavsøkuna. Heitt verður á ferðandi um at kunnað seg um tey frávik sum síggjast undir ferðaætlanunum á heimasíðuni, flestu leiðir hava onkrar broytingar meðan ólavsøkan er.

Ólavsøkuaftan er økið um Farstøðina avbyrgt millum kl. 12:00 og kl. 19:00 vegna kappróður. Allar fráferðir og komur verða tí við busssteðgistaðið millum Skansan og Betri í hesum tíðarskeiði.

Leið 101 koyrir eftir R.C. Effersøesgøtu og Ringvegnum ólavssøkuaftan, ólavssøkudag og fyrrapart 30. juli.