Strandferðslan ger fyribils broytingar í ferðaætlanini á leið 60 og 61, fyri at økja um kapasitetin, meðan Hasfjord ikki er í sigling.
- Broytingin á leið 60 kemur í gildi frá mikudegi 8. juni 2022
- Broytingin á leið 61 frá fríggjadegi 10. juni 2022 (Dagført)
LEIÐ 60: SKOPUN - GAMLARÆTT
Broytingin kemur í gildi frá mikudegi 8. juni 2022.
1. Eyka farmatúrur verður settur inn allar dagar uttan leygardag:
- 14:30 Gamlarætt - Skopun (F)
- 15:10 Skopun - Gamlarætt (F)
(F) Farmur hevur framíhjárætt. Onnur akfør sleppa við, um pláss er umborð.
Farmabílegging fer fram á tlf. 29 31 03.
2. Eykatúrur verður sigldur sunnudag:
- 14:30 Gamlarætt - Skopun
- 15:10 Skopun - Gamlarætt
Túrurin verður seinni tøkur á bíleggingarskipanini á SSL.fo.
Sí fyribils ferðaætlan fyri leið 60 her.
LEIÐ 61: GAMLARÆTT - HEST
Hesar fráferðir eru fyribils broyttar:
Mánadag, mikudag, fríggjadag og sunnudag - Erla Kongsdóttir
- Gamlarætt 14:30 til 14:50
- Hestur 14:50 til 15:05
- Gamlarætt 19:10 til 18:25
- Hestur 19:30 til 18:40
Hesar dagar eru fráferðir óbroyttar:
- Týsdag, hósdag, leygardag - Teistin
Sí fyribils ferðaætlan og kunning um tilkalling fyri leið 61 her.