Brynleif Poulsen nýggjur fíggjarleiðari á Strandfaraskip Landsins

17.04.2020

49 ára gamli Brynleif Poulsen er settur sum nýggjur fíggjarleiðari á Strandfaraskip Landsins. Hann byrjar í starvinum 1. mai 2020. Seinastu 13 árini hevur Brynleif arbeitt sum roknskaparleiðari á Gjaldstovuni, og áðrenn hetta var hann grannskoðari á Landsgrannskoðanini í 7 ár.

Brynleif, ið er útbúgvin cand. merc. aud., hevur avgerandi útbúgving umframt týðandi og hollar royndir í fíggjar- og roknskaparmálum innan almenna økið. Í størvum sínum á Gjaldstovuni og á Landsgrannskoðanini hevur hann samstarvað við aðalráð, kommunur og stovnar, umframt at hava ogna sær eitt víðfevnt innlit í viðkomandi regluverk og KT skipanir. Harafturat hevur Brynleif týdningarmiklan kunnleika til Búskaparskipan landsins, og kennir til vitanarnetverkið innan tann almenna geiran.

Hansara royndir fevna millum annað um uppgávur sum roknskapar- og verkætlanarleiðslu, verksetan av Búskaparskipan landsins og tillagingar av hesi, ráðgeving í roknskaparligum og játtanarligum spurningum, umframt undirvísing í KT skipanum og játtanar- og roknskaparligum regluverki.

“Eg gleði meg sum heild nógv til at byrja samstarvið við Brynleif í eini spennandi menningartíð við nógvum broytingum í SSL, og ikki minst orsakað av, at SSL í hesum Corona tíðum hevur fingið nógvar eyka bráfeingis avbjóðingar, sum standa beint fyri”, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskip Landsins.