Nú verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum er av, koyra bygdaleiðir aftur sum vanligt. Hetta er galdandi fyri allar bussleiðirnar hjá Strandferðsluni.
Enn er kafeteria umborð á Smyrli stongt fyri matsølu, men væntandi letur hon upp aftur innan heilt fáar dagar. Kunning um hetta kemur út seinni.