Almennu myndugleikarnir við Kreppuráðnum og Fíggarmálaráðnum á odda ynskja saman við SSL at seta í verk eina skerda tilkall útgávu av Bygdaleiðum í gongd í fyrsta umfari frá týsdegnum 14. apríl 2020. Mannagongdir til ferðing við Bygdaleiðum eru góðtiknar av Landslæknanum, sí “Vegleiðing til ferðandi í samband við skerda busskoyring við Bygdaleiðum” HER.
Í hesum Corona tíðum eru nógvar avbjóðingar, ið tann einstaki og vit øll í felag mugu taka hond um. Sum kunnugt ynskja myndugleikarnir saman við Føroya fólki at halda samfelagshjólini í gongd, og við eini skerdari tilkall útgávu av Bygdaleiðum verður stýrt ímóti, at samfelagshjólini so líðandi koma í gongd aftur við ferðing til og frá arbeiði millum bygdir og býir.
Tann skerda tilkall ferðaætlanin fyri Bygdaleiðir er klár at seta í verk, og hevur verið viðgjørd og gagnmett í mun til at halda flutning til og frá oyggjunum til og frá meginøkinum. Harumframt hava verandi átøk tikið støði í skilagóða samstarvinum millum SSL og Atlantic Tyrlutænastuna, ið til eina og hvørja tíð skulu kunna halda bráfeingis- og neyðsynjarflutningin virknan út til útoyggjarnar, har flest øll eru eldri íbúgvar, ið eru avbyrgdir frá vanligum hentleikum, sum meginøkið hevur.
Fyri at byrja Bygdaleiðir, í skerdari tilkall útgávu, hevur verið neyðugt at fáa til vega alneyðugar mongdir av spritti úr útheiminum. Við eini skynsamari og varandi logistikkloysn hesum viðvíkjandi, kann skerda koyringin hjá Bygdaleiðum byrja aftur mánadagin.
Viðvíkjandi skipan av bussum og ferðandi er at siga, at teir stóru bussarnir á teimum útvaldu leiðunum verða nummeraðir innan við 9 setrum, ið er tøk til hvønn túr, og teir lítlu bussarnir verða nummeraðir innan við 3 setrum. Til skerdu tilkall útgávuni av Bygdaleiðum skulu ferðandi boða frá teirra ferðing við navni og telefonummar teirra í seinasta lagi klokkan 19.00 dagin fyri, um tey skulu við einum bussi. Til hesa skipan er fylgjandi tilkall mannagongd gjørd til tey ferðandi:
- Við tilkall skal upplýsast navn, telefonnummar, leiðnummar, frá og til, umframt klokkan nær ferðast ynskist
- Hetta orsakað av, at um so er ein ferðandi, ið ferðast við Bygdaleiðum, fær staðfest Covid-19 smittu, hevur SSL møguleika skjótt at greina ferðing tí ferðandi við SSL bussunum, umframt at seta seg í samband við onnur ferðandi, ið vóru við sama bussi
Bussførarar fylgja mannagongdum, sum landslæknin hevur góðtikið. Ferðandi verða biðin at minka um smittuvanda við at fylgja øllum tilmælum frá almennum myndugleikunum, sí www.corona.fo
Atgerðir og trygdartiltøk taka støði í fyrivarni, ið skulu tryggja, at SSL hevur manningar, bussførarar og aðrar lyklapersónar tøkar. Verður ein av lyklapersónunum smittaður, skulu øll í nærumhvørvinum í karantenu, og tað kann seta allar ferjur og bussar út av dagliga rakstrinum í óavmarkaða tíð.
Tað verður – enn sum áður - rátt til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu, og bara um tað er alneyðugt.
Leiðirnar, ið verða settar í gongd týsdagin 14. apríl, eru fylgjandi:
- Leið 100: Tórshavn – Vestmann
- Leið 300: Tórshavn – Flogvøllurin – Sørvágur
- Leið 400: Tórshavn – Klaksvík
- Leið 500: Klaksvík – Viðareiði
- Leið 600: Skopun – Skálavík
- Leið 700: Sumba – Vágur – Tvøroyri
- Leið 701: Fámjin – Tvøroyri – Sandvík
Sí skerdu tilkall ferðaætlanina
TILKALL NR. ER 216868 Á LEIÐUNUM 100, 300, 400 OG 500
Boðast skal frá ferðing við navni og telefonummar í seinasta lagi klokkan 19.00 dagin fyri.
100 TÓRSHAVN – VESTMANNA | |||||
Dag | Tórshavn | Kollaf. tun. | Effo í Kollaf. | Kvívík | Vestmanna |
x67 | 08:00 | 08:20 | 08:25 | 08:30 | 08:55 |
x67 | 10:15 | 10:35 | 10:40 | 10:45 | 11:10 |
x67 | 15:20 | 15:40 | 15:45 | 15:50 | 16:15 |
x67 | 17:30 | 17:50 | 17:55 | 18:00 | 18:25 |
100 VESTMANNA – TÓRSHAVN | |||||
Dag | Vestmanna | Kvívík | Effo í Kollaf. | Kollaf. tunnilin | Tórshavn |
x67 | 06:50 | 07:05 | 07:15 | 07:20 | 08:00 |
x67 | 09:05 | 09:20 | 09:30 | 09:35 | 10:10 |
x67 | 14:15 | 14:30 | 14:35 | 14:40 | 15:10 |
x67 | 16:30 | 16:45 | 16:55 | 17:00 | 17:25 |
300 TÓRSHAVN - FLOGVØLLURIN- SØRVÁGUR | |||||||
Dag | Tórsh. | Kollaf. t | Effo í Kollfjd. | Sandav. | Miðvágur | Flogv. | Sørvágur |
x67 | 05:50 | 06:07 | 06:10 | 06:20 | 06:25 | 06:40 | 06:50 |
x67 | 09:15 | 09:35 | 09:40 | 09:50 | 09:55 | 10:05 | 10:15 |
x67 | 15:20 | 15:40 | 15:45 | 15:55 | 16:00 | 16:10 | 16:20 |
x67 | 17:30 | 17:50 | 17:55 | 18:05 | 18:10 | 18:20 | 18:30 |
300 SØRVÁGUR - FLOGVØLLURIN- TÓRSHAVN | |||||||
Dag | Sørvágur | Flogv. | Miðvágur | Sandav. | Effo í Kollfjd. | Kollaf. t | Tórsh. |
x67 | 06:45 | 06:50 | 06:55 | 07:00 | 07:15 | 07:20 | 08:00 |
x67 | 10:20 | 10:30 | 10:35 | 10:40 | 10:55 | 11:00 | 11:25 |
x67 | 16:20 | 16:30 | 16:35 | 16:40 | 16:55 | 17:00 | 17:20 |
x67 | 18:30 | 18:40 | 18:45 | 18:50 | 19:05 | 19:10 | 19:30 |
400 TÓRSHAVN – KLAKSVÍK | ||||||||
Dag | Tórshavn | Kollaf. t. | Oyrarb. | Skálab. | Søldafjørður | Gøtud. | Leirvík | Klaksv. |
x67 | 06:10 | 06:30 | 06:55 | 07:10 | 07:15 | 07:25 | 07:30 | 07:40 |
x67 | 07:55 | 08:15 | 08:40 | 08:55 | 09:00 | 09:10 | 09:15 | 09:25 |
x67 | 15:20 | 15:40 | 16:05 | 16:20 | 16:25 | 16:35 | 16:40 | 16:50 |
x67 | 18:20 | 18:40 | 19:05 | 19:20 | 19:25 | 19:35 | 19:40 | 19:50 |
400 KLAKSVÍK – TÓRSHAVN | ||||||||
Dag | Klaksv. | Leirvík | Gøtud. | Søldarfj. | Skálab. | Oyrarb. | Kollafj. t. | Tórshavn |
x67 | 05:55 | 06:05 | 06:10 | 06:20 | 06:25 | 06:40 | 07:05 | 07:35 |
x67 | 07:45 | 07:55 | 08:00 | 08:10 | 08:15 | 08:30 | 08:50 | 09:15 |
x67 | 16:20 | 16:30 | 16:35 | 16:45 | 16:50 | 17:05 | 17:25 | 17:50 |
x67 | 18:10 | 18:20 | 18:25 | 18:35 | 18:40 | 18:55 | 19:15 | 19:40 |
500 KLAKSVÍK – VIÐAREIÐI | ||||
Dag | Klaksvík | Árnafj. | Hvannasund | Viðareiði |
x67 | 08:25 | 08:45 | 09:00 | |
x67 | 14:20 | 14:40 | 14:50 | |
x67 | 15:50 | 16:10 | 16:30 |
500 VIÐAREIÐI – KLAKSVÍK | ||||
Dag | Viðareiði | Hvannasund | Árnafj. | Klaksvík |
x67 | 06:50 | 07:00 | 07:30 | |
x67 | 09:00 | 09:10 | 09:40 | |
x67 | 15:00 | 15:10 | 15:30 | |
x67 | 16:30 | 16:40 | 17:05 |
TILKALL ER NR. 225900 Á LEIÐINI 600
Boðast skal frá ferðing við navni og telefonummar í seinasta lagi klokkan 19.00 dagin fyri.
600 SKÁLAVÍK – SKOPUN | |||||
Dag | Ferja | Skálavík | Sandur | Inni í Dal | Skopun |
x | 06.00 | 06.15 | 06.40 | ||
x | 07.15 | 07.30 | 07.55 |
600 SKOPUN – SKÁLAVÍK | |||||
Dag | Ferja | Skopun | Inni í Dal | Sandur | Skálavík |
x67 | 16:20 | 16:30 | 16:40 | 17:10 | |
x67 | 17:55 | 18:00 | 18:05 | 19:00 |
TILKALL ER NR. 212324 Á LEIÐUNUM 700 OG 701
Boðast skal frá ferðing við navni og telefonummar í seinasta lagi klokkan 19.00 dagin fyri.
700 SUMBA - VÁGUR – TVØROYRI | ||||||||
Dag | Sumba | Lopra | Vágur | Porkeri | Hov | Øravík | Ferjulegan | Tvøroyri |
x67 | 06:00 | 06:10 | 06:25 | 06:30 | 06:40 | 06:45 | 06:50 | 07:00 |
x67 | 12:30 | 12:40 | 12:55 | 13:00 | 13:10 | 13:15 | 13:20 | 13:30 |
x67 | 18:00 | 18:10 | 18:25 | 18:30 | 18:40 | 18:45 | 19:00 |
700 TVØROYRI - VÁGUR – SUMBA | ||||||||
Dag | Tvøroyri | Ferjulega | Øravík | Hov | Porkeri | Vágur | Lopra | Sumba |
x67 | 07.15 | 07:25 | 07.30 | 07.40 | 07.50 | 08:05 | 08:15 | |
x67 | 11:50 | 12:00 | 12:10 | 12:20 | 12:30 | 12:35 | 12:50 | 13:00 |
x67 | 18:50 | 19:00 | 19:10 | 19:20 | 19:30 | 19:35 | 19:50 | 20:00 |
701 FÁMJIN - TVØROYRI – SANDVÍK | |||||||
Dag | Fámjin | Øravík | Ferjulega | Tvøroyri | Nes | Hvalba | Sandvík |
x67 | 06:30 | 06:45 | 06:50 | ||||
x67 | 12:00 | 12:10 | 12:35 | 12:40 | |||
x67 | 13:00 | 13:20 | |||||
x67 | 19:00 | 19:10 | 19:35 | 19:40 |
701 SANDVÍK - TVØROYRI- FÁMJIN | |||||||
Dag | Sandvík | Hvalba | Nes | Tvøroyri | Ferjulegan | Øravík | Fámjin |
x67 | 06:10 | 06:15 | 06:40 | 06:50 | |||
x67 | 12:40 | 12:45 | 13:10 | 13:20 | |||
x67 | 11:50 | 12:00 | 12:20 | ||||
x67 | 18:50 | 19:00 | 19:20 |