Dagførd Kunning viðvíkjandi tillaginum á oyggjaleiðum

11.01.2022

Strandferðslan hevur áður fráboðað møguligar tillagingar á oyggjaleiðum, vegna vaksandi smittutilburðir og sóttarhaldsrakt starvsfólk.

Ein bráðfeingis ferðaætlan er klár at seta í gildið, men hóast avbjóðingar á ávísum leiðum, heldur Strandferðslan fyribils fram við vanligu ferðaætlanini á oyggjaleiðum.

Gevi tó gætur, at um støðan versnar enn meira viðvíkjandi smittutilburðum og sóttarhaldi hjá okkara starvsfólkum, verður bráðfeingis ferðaætlan sett í verk á ávísum leiðum við stuttari ávaring.