Nýggja Strandfaraskipið er partur av einum heilt nýggjum ættaliði av skjótt gangandi ferjum, ið nýta slóðbrótandi tøkni til at gagnnýta orkuna best møguligt og samstundis minka um bæði útlát og larm.
Altjóða tíðarritið Electric & Hybrid Marine Technology International hevur í sínari oktober-útgávu eina grein um nýggju føroysku tríkiljuna, har ein greining verður gjørd av tøknini umborð á Erlu Kongsdóttir og skipum av hennara slag. Greinin lýsir hvussu tað við slóðbrótandi samanseting av motortøkni, framkomnum byggitilfari, sniðgeving av skrokki, battarískipan, nevtralisering av útláti og aðrari nýmenning, ber til at flyta skiparakstur inn í eina nýggja øld.
- Hetta fer at kollvelta, hvussu vit fara at hugsa um skjótt gangandi ferjur í hesari støddini”, sigur sjóarkitekturin, Ingebjørn Asaheim, frá GS Marine Produktsjón, ið hevur bygt Erlu Kongsdóttir. Millum annað ber til at sigla at kalla ljóðleyst við battaríorku við ongum útláti tætt at landi og skifta til diesel-elektriska orku á opnum havi, har til ber at sigla upp til 20 míl.
Við Erlu Kongsdóttir hava Føroyar saman við Noregi lagt seg á odda innan hetta slagið av ferðafólkaskipum. Greinin í Electric & Hybrid Marine Technology International kann lesast í leikjuni niðanfyri.
Greinin í tíðarritinum Electric & Hybrid Marine Technology International kann lesast her.