Tá ið Erla Kongsdóttir var á veg út til Nólsoyar í kvøld, mátti hon venda við aftur, stutt eftir at vera komin út um uttara molan í Havn.
Strandferðslan fekk beinavegin hjálp frá Havnar Bjargingarfelag, so tey 8 ferðafólkini løtu seinni vóru flutt við Tanum til Nólsoyar.
Kavarar kundu seinni staðfesta, at ein endi var komin um skrúvuna.
Hetta er nú loyst og siglir Erla aftur eftir ferðaætlanini, fríggjamorgunin 12. februar.
Trossendin, ið Erla Kongsdóttir fekk um skrúvuna á veg út um molan í kvøld.