Erla Kongsdóttir verður nú riggað til

12.11.2020

Nýggja ferðafólkaskipið hjá Strandfaraskip Landsins, Erla Kongsdóttir, kom á Tvøroyri seinasta sunnukvøld, eftir at manningin hevði siglt úr Gursken í Noreg, har skipið er bygt.

Tað var 23. februar 2019, at GS Marine Produktsjón og Strandferðslan skrivaðu undir sáttmála, um at byggja nýggju skipið, og fór arbeiðið í gongd beinanvegin.

Manningin á Erlu Kongsdóttir hevur seinastu vikurnar verið í Noreg, har teir hava tikið neyðugu skeiðini at føra skipið og gjørt royndartúrar við Florø Skytsbåd, ið hevur líknandi skip í flotanum. Eisini var manningin við til at flota Erlu Kongsdóttir og gera ymiskar royndartúrar við henni, áðrenn kósin varð sett móti Føroyum seinasta leygardag. Strandferðslan arbeiðir nú við at klárgera skipið, og at fáa føroysk myndugleikakrøv upp á pláss, eitt nú ferðafólka- og trygdarloyvir.

Erla Kongsdóttir verður í høvuðsheitum sett í sigling sum avloysaraskip í miðøkinum, eitt nú á oyggjaleiðum millum Nólsoy – Tórshavn, Gamlarætt – Skopun, Hest og Koltur, umframt Syðradal – Klaksvík. Í summarhálvuni fer eisini at bera til at sigla til aðrar oyggjar, eitt nú Fugloy, Svínoy og Skúvoy.  Ein fortreyt fyri hesum er, at atløguviðurskiftini verða tillagað í mun til hæddina á rampuni á skipinum. Sum nú er, ber til at leggja at við Gomlurætt, í Skopun, á Syðradali og í Klaksvík. Eisini ber til at nýta rampuna við farstøðina í Tórshavn, tá ið hendan er tøk.

Hetta er ikki fyrstu fer, at tvíkilja fer at røkja oyggjaleiðir í Føroyum. Á sumri 1979 leigaði Strandferðslan eitt skifti tvíkiljuna Hornøy úr Noreg at røkja Suðuroyar- og Klaksvíkleiðina. Í 2018 var Issehoved leigað úr Danmark at røkja siglingina til Nólsoyar og út í Hest í 2 mánaðir.

Pláss er fyri 96 ferðafólkum umborð á Erlu Kongsdóttir, og kunnu 3 persónbilar vera á fordekkinum. Ferðafólk skulu sita niðri undir sigling, og er fullkomið bann fyri royking umborð.


Erla Kongsdóttir er 27,8 m til longdar, og breiddin 8,05 m. Skipið stingur 0,80 m framman og 1,3 m aftan, umframt at skrúvan stingur 0,6 m undir hetta. Minsta djúpd fyri at kunna sigla og leggja at er 2,20 metrar.

Skipið hevur 2 Volvo Penta D13 høvuðsmotorar á 515 kW, svarandi til 700 HK.

Harumframt eru 2 Hybrid - skipanir í Erlu Kongsdóttir. Ein 130 kW battarípakki og 90Kw motorur /generatorur til hvør sítt gear - eitt í hvørjum kjøli - ið kunnu nýtast bæði til motororku, og sum generator til battailøðingina. Tá einans verður siglt við el-motorum, kann Erla Kongsdóttir sigla upp í 10 míl, og er nærum ljóðleys.

Í mun til upprunatekningar er dekkið hækkað við 0,2 m. Botnurin miðskeiðis í skipinum er tí longri upp frá vatnskorpuni, og er eisini rúmligari í motorrúminum at arbeiða.

Undir vanligari sigling fer Erla Kongsdóttir at sigla umleið í 18 míl.