Erla Kongsdóttir byrjar aftur í sigling á leið 56 og siglt verður úr Klaksvík kl. 14:50. Siglt verður smbr. ferðaætlan. ( lagt út kl. 11:51 týsdag 6. septmber)
Vegna tekniskar trupulleikar við Erlu Kongsdóttir røkir Tjørnunes fyribils siglingina á leið 56, týsdag 6. september.
Siglt verður soleiðis fyrrapartin:
Úr Klaksvík kl. 06:30
Úr Syðradali kl. 06:50
Úr Klaksvík kl. 07:10
Úr Syðradali kl. 07:30
Úr Klaksvík kl. 08:00
Úr Syðradali kl. 08:20
Úr Klaksvík kl. 09:00
Úr Syðradali kl. 09:20
Kl. 11:00 fer Ternan farmatúr úr Klaksvík og siglt verður av Syðradali aftur kl. 13:00.
- Plássbílegging til farmaflutning kann gerast á tlf. 293104
- Fyri onnur akfør verður víst til bilrøðirnar í Syðradali og Klaksvík, tó avmarkað pláss!
- Um neyðugt, ger Ternan eyka farmatúr í tíðarbilinum millum nevndu túrar týs- og hósdag.
Um middagsleitið í morgin verður kunnað nærri um siglingina á leið 56.