Frá mánadegnum 4. oktober fara bygdaleiðir at økja um koyringina í Vágunum til eisini at fevna um Bø og Gásadal.
Í fyrstu atløgu verður ferðaætlanin á leið 300 og 350 víðkað til at byrja og enda í Bø/Gásadali á ávísum túrum, sum annars frammanundan koyra millum Sørvág og Tórshavn.
Galdandi frá 4. oktober 2021
350 Sørvágur - Gásadalur (Glasir) | |||||||
Dag | Glasir | Effo í Kollfjd. | Sandavágur | Miðvágur | Sørvágur | Bøur | Gásadalur |
x | 06:15 | 06:25 | 06:35T | ||||
x | 09:45 | 09:55 | 10:05T | ||||
x | 13:45 | 13:55 | 14:05T | ||||
x | 15:30 | 15:55 | 16:05 | 16:10 | 16:25 | 16:35 | 16:45T |
350 Gásadalur - Sørvágur (Glasir) | ||||||||
Dag | Gásadalur | Bøur | Sørvágur | Flogvøllurin | Miðvágur | Effo í Kollfjd. | Glasir | Farstøðin |
x | 06:35T | 06:45 | 06:55 | 07:05 | 07:30 | 08:00 | 08:10 | |
x | 10:05T | 10:15 | 15:25 | |||||
x | 14:10T | 14:20 | 14:30 | |||||
x | 16:45T | 16:55 | 17:05 | 17:10 | 17:40 | 18:15 |
Túrarnir til og úr Gásadali verða í fyrstu atløgu tilkall og skulu tilkallast á tlf. 77 00 00 í seinasta lagi tveir tímar áðrenn fráferð úr Gásadali. Morguntúrurin úr Gásadali kl. 06:30 skal tilkallast í seinasta lagi kl. 19:00 kvøldið fyri.
Eftir ætlan, kemur nýggj summarferðaætlan til hesar bygdir í gildið komandi ár, har túratalið verður økt nakað og har tað á ávísum túrin ikki verður neyðugt við tilkalling úr Gásadali.
Gásadalur og Bø liggja í somu príssonu sum restin av Vágoynni. Tí kostar túrurin millum hesar bygdir og t.d. Sørvág, 20 kr. fyri vaksin.