Fráboðan um príshækking á leið 60 og 85

11.03.2021

Strandferðslan skal hervið boða frá príshækkingum fyri akfør og farmaflutning á leið 60 og 85, millum Skopun og Gomlurætt.

 

Skopunar kommuna hevur boðað frá øktum havnargjaldi fyri Teistan og Hasfjord í Skopunar havn, galdandi frá 1. januar 2021. Strandferðslan ger tí neyðugar prísbroytingar fyri akfør og farmaflutning á leið 60 og 85.

 

Prísir fyri ferðafólk verður fyribils óbroytt.

 

Prísbroytingin kemur í gildi frá 1. apríl 2021.