Framvegis óvist, nær Hasfjord kann sigla aftur

30.05.2022

Hasfjord hevur ikki siglt síðani 10. mai og enn er óvist, nær Hasfjord kann koma á sigling aftur.

Skipið hevur ligið uttanfyri Mest í Tórshavn har bíða verður eftir at fáa eykalutir til koblingina og gervið, sum fekk stóran skaða, tá ið eitt traktordekk kom um skrúvuna inni í Skopunar havn.

Tað er ikki lætt at fáa fatur í slíkar eykalutir til skip sum Hasfjord og tí er framvegis rættuliga óvist, nær skaðin kann umvælast.