Síðani Erla K. bleiv tikin úr sigling 23. februar 2021, tá ið ein rútur í skipinum brotnaði, hevur SSL arbeitt við at uppfylla tey krøv, ið eru komin frá klassanum - DNV - og FMA, viðv. framhaldandi siglingar- og ferðafólkaloyvi hjá EK.
SSL hevur nú fingið góðkenning av arbeiðinum, ið fylgjandi er staðfest av DNV og góðkent av Sjóvinnustýrinum:
"With reference...email from class, quoted below, the Faroese Maritime Authority preliminary appove the solution to change the windows from the original glass to LEXAN as approved by class.
The approval is subject to:
- All windows on board, including navigation bridge, are exchanged to the new type (LEXAN) as specified in the approval letter.
- That the recommendations in the approval letter from DNV is followed, see attached
- Continuous monitoring of the windows conditions by the company
- Examination of the windows by class during annual audits shall continue until the rooth cause of the two incidents is known.
Once root cause is known, the situation shall ber re-evaluated by all parties and a permanent solution esablished."
Fyribils staðfesting er eisini komin frá Mest, ið hevur virkað sum uttanveltaður kanningarpartur í sambandi við umvæling av rútunum umborð á EK. Frágreiðingin er ein gjøgnumgongd av tilburðunum, tá ið tilsamans 3 rútar brotnaðu umborð á Erlu í desember 2020 og februar 2021. Frágreiðingin er hjáløgd her.
SSL bíðar framvegis eftir endaligu frágreiðingini frá veitaranum og framleiðaranum av rútunum, har staðfestast skal, hvør orsøkin var til tilburðirnar.