Hasfjord fer í farmasigling 12. mai

11.05.2020

Týsdagin 12. mai fer Hasfjord í farmasigling eftir hesi ferðaætlan. Talan er um royndarsigling teir fyrstu 3 mánaðirnar, og koma møguligar tillagingar eftir hetta.

Túrar kunnu bíleggjast her.  Akfør til Hasfjord skulu í lastbilarøðina á Gomlurætt, og í bíðirøð 3 í Skopun.

Týsdag til og við fríggjadag skulu akfør yvir 5 metrar bíleggja pláss kl. 08:30 av Skopun við Hasfjord og ikki við Teistanum kl. 08:10. Hetta fyri at gera betri pláss á dekkinum til vanligan pendlaraflutning á Teistanum

Einans akfør yvir 5 metrar kunnu bíleggja við Hasfjord, men eru tøk pláss á bildekkinum, kunnu tó bilar úr bíðirøð 2 sigla við, treytað av at ferðafólkatalið ikki fer uppum 12 fólk.