Hasfjord fer væntandi aftur í sigling um 3 vikur

15.06.2022

Hasfjord hevur ikki siglt síðani 10. mai, tá ið eitt traktordekk kom um skrúvuna inni í Skopunar Havn.

Hasfjord hevur líka síðani ligið í Tórshavn og seinastu tíðina hevur Mest roynt at fáa hendur á einari nýggjari kobling, tí skaðin var so mikið stórur á tí gomlu. Koblingin er nú komin til landið og skulu nakrar tillagingar gerast, áðrenn arbeiðið kann gerast liðugt.

Gongur alt sum ætlað, kann Hasfjord fara í sigling aftur innanfyri 3 vikur.