Í samsvar við tilmælið frá Strandferðsluni og almenna tilmælið um at brúka masku
Strandfaraskip Landsins mælir øllum ferðandi til at brúka góðkenda masku, tá ferðast verður við farleiðum hjá Strandferðsluni. Frá leygardegnum 15.august ber til at keypa góðkendar maskur í kioskini umborð á Smyrli og hjá ferðaseðlaseljarum umborð á øðrum skipum og bussunum hjá SSL.
Sí annars leinkið niðanfyri “Sådan bruger du mundbind” hjá Sundhedsstyrelsen:
Mint verður eisini á almennu tilmælini viðvíkjandi hondreinføri, frástøðu. Víst verður til spritthaldarar umborð.
Fylgið við kunning, tí broytingar kunnu koma fyri.