Jósup røkir Kalsoyarleiðina í tveir dagar

25.09.2023

Broytingar á leið 56 tann 27. og 28. septembur.

Við tað at tekniskir trupulleikar eru við umstýringini umborð á Sam, verður Sam tikin úr sigling í tveir dagar, tann 27. og 28. september. Hesir dagar fer Jósup at røkja Kalsoyarleiðina, meðan Sam er á beding.

Jósup tekur 70 ferðafólk og ongi akfør. Tó vera framvegis 30 pláss sett av til tey fastbúgvandi í Kalsoynni, soleiðis at tað eru 40 pláss tøk at bíleggja í plássbíleggingarskipanini. Jósup siglir eftir vanligu ferðaætlanini, ið er galdandi fyri leið 56.

Sam verður væntandi aftur í sigling fríggjadagin 29. septembur.

Broytingar á leið 36 tann 28. septembur.

Orsaka av at Jósup verður tikin úr sigling á Mykinesleiðini hósdagin 28. septembur, verður tyrlan sett inn at røkja ferðasambandið til og frá Mykinesi. Flogið verður soleiðis:

Úr Vágum kl. 10:30

Úr Mykinesi kl. 10:41

Úr Vágum kl. 10.52.

Víst verður til plássbílegging við Atlantic. Prísur og treytir eru tær somu sum vanligt fyri, tá flogið verður við tyrluni.