SSL ynskir, at ferðafólkini, ið ferðast við SSL, ikki skulu vera í iva um, hvørji starvsfólkini eru, ella hvønn leiklut tey hava í mun til tænastu og trygd.
Starvsfólkini eru fremstu umboð hjá reiðarínum, og eru altíð til arbeiðis í tænastubúna umborð á skipunum ella farmastøðunum
Í gjár skrivaðu Niels Juel Arge, stjóri á SSL og Debes Petersen, stjóri á Kemilux undir ein nýggjan tvey ára sáttmála um keyp av arbeiðsklæðum og verndarútgerð.