Koyring eftir nýggjari ferðaætlan byrjar eftir ætlan 30. apríl

26.03.2021

Uppskot til tillaging av ferðaætlan viðvíkjandi leiðunum 400, 440 og 450 varð sent til almenna hoyring, ið endaði 17. mars. Inn komu 86 hoyringssvar. Hoyringssvarini verða viðgjørd og skipað í mun til fíggjarligar karmar og undirstøðukervið annars, sum til dømis landsvegir, kommunalar vegir, steðgipláss v.m.

Viðgerin av hoyringssvarunum vísir, at tað er meira skynsamt at byrja við nýggju ferðaætlanini 30. apríl heldur enn 1. apríl. Hendan avgerð er grundað á, at ymsar broytingar á ávísum leiðum kunnu gerast og tillagast, áðrenn byrjað verður at koyra eftir nýggju ferðaætlanini; men krevur hetta ávísar umsitingarligar, tøkniligar og fíggjarligar umskipanir umframt sáttmálaviðgerð, ið tekur tíð at samskipa og seta í verk.

Við tær størru broytingarnar, sum eru vístar á í hoyringssvarum, so má meira peningur fáast til vega. Ein møguleiki hesum viðvíkjandi er, at viðkomandi kommunur saman við landinum finna saman at lyfta byrðuna í felag.

Leið 450 fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnulin úr Havn til Strendur og Runavík og aftur til Havnar. Fyri tey í norður- og eysturøkinum, ið hava brúk fyri bussi at koma til Havnar, verða nú fleiri møguleikar til taks, til dømis ein “langleið” 400, ein “snarleið” 401 og møguleikin at skifta millum leiðirnar 400, 440 og 450.

Túratalið á leiðunum 400 og 401 kann yvir tíð tillagast í mun til vegakervið, brúksmynstur og tørvir, ið mugu taka atlit til kostnaðarstøðið og sáttmálar á økinum.

Fyriliggjandi ferðaætlan er til eina og hvørja tíð ein støðumynd, sum krevur støðugar tillagingar til broytilig ferðslumynstur, tørv og menningina av undirstøðukervinum. Við broyttu ferðaætlanini verða fleiri møguleikar at koma fram á meginøkinum við umhvørvisvinarligu bussunum, ið hava GPS skipan, soleiðis at ferðandi kunnu síggja, hvar bussarnir eru her og nú.