Erla Kongsdóttir er nú klár at fara aftur í sigling, eftir at øll vindeygu í skipinum eru útskift ella styrkt.
Strandferðslan arbeiðir framvegis við at kanna orsøkina til, at tveir rútar á Erlu Kongsdóttir brotnaðu tann 11. desembur 2020. Skipið fór beint eftir hendingina á beding hjá Mest, har nærri kanningar vóru gjørdar av umstøðunum og eftirlit varð gjørt av øllum vindeygum á skipinum.
Í seinastu viku komu nýggir, styrktir rútar og tilfar frá týskari verksmiðju og eru nú allir rútarnir miðskeiðis í salonini - bæði í stýriborð og bakborð - útskiftir. Eisini er eyka verja løgd á øll vindeygu í salonini og uppi á brúnni og hevur klassin góðkent arbeiðið.
Alt virksemið hjá SSL byggir á ta meginreglu, at trygdin hjá ferðafólki og manning hevur evstu raðfesting. Tí er øll tilgongdin at byggja Erlu Kongsdóttir eisini grundað á hesa fortreyt og undir eftirliti av klassanum – DVN GL.
Í tilgongdini hevur SSL eisini ráðført seg við føroyska serfrøði, ið hava holla vitan og royndir í føroyskum sjóøki, har skipið skal sigla. Sama serfrøði hevur eisini verið partur av allari fyrireiking síðani skipið kom til landið og í sambandi við leypandi eftirmetingar.
Øll konstruktiónin av skipinum fylgir International Code of Safety for High-Speed Craft (2000), ið setur strong krøv til eitt nú byggigóðsku og stabilitet. Allar stabilitetsprotokollir av skipinum eru tøkar hjá SSL.
SSL fekk 1. desembur 2020 ferðafólkaloyvið (IMO No. 9905526/OW20019) og Permit to Operate High-speed Craft frá føroyskum myndugleikum (Skipaeftirlitið), til at virka í sjóøki B og C.
Nærri kunning fæst við at venda sær til:
Hilmar Eliasen, stjóra ella Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara.