Nú Herjólfur III fer í sigling á leið 7, verða serligar avmarkingar av farmaflutningi til og úr Suðuroynni við Strandferðsluni.
Ferðaætlan og farmur
Farmur hevur framíhjárætt allar túrar úr Tórshavn kl. 02:00 og allar túrar gerandisdag av Krambatanga kl. 22:00.
Bert átrokandi farmaflutningur sleppur við túrarnar um dagin (allar dagar), umframt túrarnar leygar- og sunnudag kl.22:00 av Krambatanga.
Tað ber til hjá vøru- og lastbilum at bíleggja pláss umvegis bíleggingarskipanina á SSL.fo, tó at sera avmarka pláss er til henda flutning. Sí meira um bíleggingarskipanina her: https://www.ssl.fo/fo/bilegging/tvoroyri-torshavn/
Lastbilar og onnur størri akfør, ið ikki fáa pláss í bíleggingarskipanini, kunnu fáa pláss á farmatúrum, um pláss er til tess. Hetta verður samskipað av farmastøðunum á Krambatanga og í Tórshavn.
Farmabíleggingarskipan
Teir kundar, ið frammanundan nýta farma – bíleggingarskipanina til Smyril (ikki tøk i SSL.fo), fáa eisini atgongd til at skráseta farm til Herjólf.
Av tí at munandi avmarkingar eru á vanliga kapasitetinum á leið 7, verða eisini tilsvarandi plássavmarkingar í skipanini.
Bíðað verður í løtuni eftir, at Herjólfur ger royndarsiglingar, so endaligi kapasiteturin á bildekkinum verður staðfestur. Síðani verður skipanin virkin til skrásetingar.
Kundar, ið vanliga ikki nýta nevndu skipan, skulu venda sær til farmastøðirnar á Krambatanga fyri at fáa nærri kunning um av- og á skipan av farmi ella størri akførum, ið ikki sleppur við um dagin.
Sí samband: https://www.ssl.fo/fo/um-ssl/samband/farmastodir/
Átrokandi flutningur av fiska- og ídnaðarvørum
Flutningsfeløg, ið skulu flyta fiska- og ídnaðarvørur og tilhoyrandi tilfar, kunnu eins og áður nýta farmabíleggingarskipanina. Fyri flutning av átrokandi farmi - eitt nú feskum fiski ella slógv - er neyðugt at samskipa hetta við farmastøðirnar, ið leypandi gera raðfestingar av flutninginum fyri einstøku túrarnar pr.
Vandamikil farmur og flutningur av gassi til Suðuroynna
Tey, ið hava tørv á flutningi av eitt nú gass, olju, jet fuel og øðrum vandamiklum farmi, kunnu venda sær til Marina Hentze Gaardlykke fyri at fáa nærri kunning: mag@ssl.fo ella á tlf. 293083.
Nærri kunning
Herjólfur III hevur nú fingið endaligt siglingarloyvi og fer eftir ætlan undir royndarsigling seinni í kvøld. So skjótt sum Herjólfur hevur roynt seg við atløguplássini í Tórshavn og á Tvøroyri, verður dagførd kunning sent til tykkara og løgd út á SSL.fo.