Kunning um ferðaætlan hjá Herjólfi III á leið 7

05.08.2022

(Dagført mikudagin 10/08 kl. 12:30)

Galdandi frá leygardegi 20. august til og við sunnudagin 2. oktober 2022

Í sambandi við at Smyril fer í dokk, byrjar Herjólfur III sigling á leið 7, leygardagin 20. august. Fyrsti túrur verður av Krambatanga kl. 06:00.

Smyril siglir seinasta túr fríggjadagin 19. august kl. 18:30 av Havnini og suður á Krambatanga. Túrurin av Krambatanga kl. 21:00 verður ikki sigldur.

Ferðaætlanin í nevnda tíðarskeiðið sæst niðanfyri:

7 TVØROYRI – TÓRSHAVN
Skip: M/F Herjólfur III, Siglingartíð: 2t 45min.

AV/ÚR

MÁNAD.

TÝSD.

MIKUD.

HÓSD.

FRÍGGJAD.

LEYGARD.

SUNNUD.

Tvøroyri

06:00

06:00

06:00

06:00

06:00

06:00

06:00

Tórshavn

10:00

10:00

10:00

10:00

10:00

10:00

10:00

Tvøroyri

14:00

14:00

14:00

14:00

14:00

14:00

14:00

Tórshavn

18:00

18:00

18:00

18:00

18:00

18:00

18:00

Tvøroyri

22:00*

22:00**

22:00**

22:00*

22:00*

22:00

22:00

Tórshavn

02:00*

02:00**

02:00**

02:00*

02:00*

02:00*

02:00*

Gevi gætur:

  • Túrarnir kl. 06:00, 10:00, 14:00 og 18:00 eru ferðafólkatúrar, har privatakfør og smærri vørubilar hava framíhjárætt. Tó sleppur átrokandi farmaflutningur og bráðfangisflutningur við eftir nærri avtalu við farmastøðirnar á Krambatanga og í Tórshavn. Sera avmarkað pláss verður til húsvognar og størri viðfestisvognar.
  • Sjúkraflutningur hevur framíhjárætt á øllum túrum.
  • Túrarnir kl. 22:00 (Mán - fríggjadag) og 02:00 (Allar túrar)* eru farmatúrar, har farmur hevur framíhjárætt, tó at ferðafólk eisini sleppa við hesar túrar. Roknast kann við avmarkaðum plássi til privatakfør og smærri vørubilar hesar túrar.
  • Kafeteria er opið í sambandi við túrarnar kl. 06:00, 10:00, 14:00 og 18:00.
  • Farmatúrarnir týsdag og mikudag kl. 22:00 og 02:00** verða sigldir eftir tørvi og treyta av, at tað ikki er neyðugt við viðlíkahaldsarbeiði ella bunkring v.m.
  • Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.

Fríggjadagin 12. august kl. 13:00, verður talgild plássbíleggingarskipan tøk á SSL.fo til ferð  afólk, akfør og farmaflutning. Tá verður eisini kunnað nærri um brúkaravegleiðingar og  kundatænastu í hesum sambandi.

Meðan Herjólfur III røkir siglingina á leið 7, verða avmarkingar í farmaflutninginum við Strandferðsluni á Suðuroyarleiðini. Kundar og flutningsfeløg, ið vanliga flyta farm og vørur á leið 7, verða komandi dagarnir kunnað nærri um, hvussu farmaflutningurin verður skipaður og hvussu farmabílegging fer fram.

Eisini verða broytingar á bygdaleiðum fyri leið 700 og  701. Broytingar verða eisini fyri ávísar leiðir við komu og fráferðir av Havnini. Einki busssamband verður til túrin úr Tórshavn kl. 02:00 og við komu á Krambatanga henda túrin.