Kunning um flutning av vandamiklum farmi við Strandferðsluni

18.12.2024

Av trygdarávum er tað av størsta týdningi, at tú sum ferðandi ella um tú ætlar at flyta farm við Strandferðsluni, fylgir teimum mannagongdum og treytum, ið eru galdandi fyri ferðafólka- og farmaflutning.

Bæði avsendarin (t.e. fyritøka, felag ella persónur) og flutningsfelagið, ið skal flyta vandamiklan farm við Strandferðsluni, hava fulla ábyrgd at tryggja, at galdandi mannagongdir og treytir vera fylgdar.

Vandamikil farmur verður fluttur við Strandferðsluni í samsvar við viðtøkurnar í altjóða IMDG-kotuni, og skal tí altíð fráboðast - og í góðari tíð!

Meiri kunning um flutning av vandamiklum farmi finst her.