Kunning um hendingina við Ternuni í Skopunar havn, leygardagin 29. mai 2021

30.05.2021

Kl. 16:23 kom fráboðan av Ternuni um, at skipið hevði rent á land inni í mølini í Skopunar havn. Avgjørt var beinanvegin at lata Ternuna vera liggjandi, so møguligi skaðin kundi kannast og bíðað var eftir, at tað fór at fløða aftur.

Hvørki ferðafólk, manning ella farmur fekk nakran skaða og vóru ferðafólk løtu seinni førd í land við Kavaranum.

Tveir tímar seinni sigldi Ternan inn til bryggjuna í Skopun og kundu kavarar seinni staðfesta, at tvær buklur eru komnar fremst á skipinum, tó uttan at nakar leki er staðfestur. Skipaeftirlitið hevur tí fyribils givið loyvið til, at Ternan kann fara aftur í vanliga sigling, og fór hon aftur á leið 60 fyrsta túrin í morgun.

Eftir hendingina, sigldi Hasfjord áhaldandi millum Gomlurætt og Skopun til seinasta túrin av Gomlurætt kl. 22:40. Erla Kongsdóttir kom eisini inni á leið 60 og gjørdi túrar millum Skopun/Gomlurætt og Gomlurætt/Hest, so at øll ferðafólk sleppa um fjørðin, tó við seinkingum.

Ferðandi, ið hava bílagt og goldið fyri plássbílegging á túrum, ið vóru avlýstir á leið 60 og 85, fáa peningin endurgoldnan sum skjótast.

Strandferðslan vil í hesum sambandi takka øllum ferðandi fyri at vísa stórt tolsemi.