Kunning um plássbíleggingarskipanina og ferðing við Smyril

26.09.2022

Nú Smyril byrjar aftur í sigling, verður bíleggingarskipanin á suðuroyarleiðini fyribils óvirkin.

Tað ber tí fyribils ikki til at bíleggja pláss til ferðafólk og akfør við Smyril. 

Akfør skulu eins áður møta upp við bilrøðirnar á Krambatanga og í Tórshavn í seinasta lagi 20 minuttir undan fráferð.

Eftir ætlan skuldi plássbíleggingarskipanin royndarkoyrast meðan Herjólfur III hevur verið í sigling.
Sum heild hevur hetta eydnast sera væl. Tó er neyðugt at gera nakrar tillagingar í skipanini, so hon kann virka til fulnar til siglingina hjá Smyril.

Bíleggingarskipanin á Sandoyarleiðini virkar óbrott og kunnu vangar til Suðuroarleiðina eisini nýtast á hesari farleið.

Plássbíleggingar við Herjólfi III:
Allar bílegginar við Herjólfi III verða strikaðar og verður peningurin sjálvvirkandi fluttur aftur til tey, ið hava bílagt sær pláss. Gevi gætur at tað kunnu ganga 3-4 dagar áðrenn peningurin er fluttur aftur.

Strandferðslan kemur seinni í dag við nærri kunning um hetta.

Týsdagin 27/9 siglir Smyril aftur sambært ferðaætlan.