Mánadagin 28. Juni fer Sam á beding. Eftir ætlan verður Sam aftur á leið 56 í viku 28.
- Í meðan Sam er á beding fer Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á leið 56
- Siglt verður eftir galdandi ferðaætlan
- Tó er pláss fyri eykatúrum og skulu hesir avgreiðast við manningina umborð.
Gevið gætur:
- Erla Kongsdóttir tekur ikki akfør við.
- Leið 506 á Kalsoynni koyrir sambært ferðaætlan og ger eykatúr eftir tørvi.
Farmatúrar við Ternuni:
- Týsdag og hósdag:
- Av Klaksvík kl. 11:00
- Úr Syðradali kl. 13:00
- Plássbílegging til farmaflutning kann gerast á tlf. 293104
- Fyri onnur akfør verður víst til bilrøðirnar í Syðradali og Klaksvík, tó avmarkað pláss!
- Um neyðugt, ger Ternan eyka farmatúr í tíðarbilinum millum nevndu túrar týs- og hósdag.
Tilkallitúrar:
- Tilkall skal avgreiðast áðrenn kl 19:00 sama dag.
- Tilkalling til Erlu Kongsdóttir er á tlf. 293150, sí tilkallitúrar í ferðaætlanini.