LEIÐ 90: Ternan aftur í sigling mikumorgunin

14.12.2021

LEIÐ 90: Ternan aftur í sigling mikumorgunin.

Fyrsti túrur verður av Havnini kl. 9:30.

Tað var á seinasta túrinum úr Nólsoy fríggjakvøldið 10. desember, at skammlop var í einum generatori umborð á Ternuni, sum tí bleiv tikin úr sigling. Neyðugt var at fáa nýggjan generator sendandi í Danmark og kom hesin við flogfari til Føroyar týsdagin. Síðani hevur verið arbeitt við at seta nýggja generatorin í og er hetta arbeiðið nú liðugt.

Avloysaraskipið Erla Kongsdóttir, hevur siglt á Nólsoyarleiðini seinastu dagarnar.