Mælt verður til at brúka masku

05.08.2020

Til øll ferðandi við bussum og skipum hjá Strandfaraskip Landsins.

Í sambandi við at smittutølini fyri Covid19 eru vaksandi, mælir Strandfaraskip Landsins øllum ferðandi til at brúka masku, tá ferðast verður við farleiðum hjá Strandferðsluni.

Sí annars niðanfyri standandi leinkju “Sådan bruger du mundbind” hjá Sundhedsstyrelsen:

https://www.sst.dk/-/media/Udgivelser/2020/Corona/Mundbind/25875_SST_Corona_mundbind_Poster_A3_DK_Farve_0907.ashx?la=da&hash=DBA12F95215FA8C9104057F4EA91CB3207975FB8

Mint verður eisini á almennu tilmælini viðvíkjandi t.d. hondreinføri, frástøðu.

Víst verður til spritt haldarar umborð.

Fylgið við kunning, tí broytingar kunnu koma fyri.

Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru:

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.