Vegna tekniskar umvælingar umborð á Teistanum, verða hesar broytingar og avlýsingar á leið 60 og 61, mánadagin 24/7:
Leið 60 – Sandoyarleiðin:
Teistin siglir seinasta túr úr Skopun kl. 18:45.
Túrurin av Gomlurætt kl. 20:00 verður fluttur til kl. 19:15. Síðani siglir Teistin ikki meira fyri dagin.
Væntandi siglir Teistin aftur sambært ferðaætlan týsdagin 25/7.
Leið 101 koyrir úr Tórshavn kl. 18:55
Leið 600/601 koyrir úr Skopun til henda túrin.
Erla Kongsdóttir siglir eykatúrar:
av Gomlurætt kl. 22:00
úr Skopun kl. 22:30.
Erla Kongsdóttir tekur bert ferðafólk hesar túrar.
Leið 61 – Hestleiðin
Túrarnir hjá Erlu Kongsdóttir úr Hesti kl. 7:30 og av Gomlurætt kl. 7:45 vera ikki sigldir.
Ongin tilkalling verður til túrin hjá Teistanum úr Skopun kl. 18:45 yvir á Gomlurætt.
Ístaðin er tilkalling (á tlf. 293150 seinast 1 tíma undan fráferð) til eykatúrar við Erlu Kongsdóttir av Gomlurætt kl. 22:00 og úr Skopun kl. 22:30 inn á Gomlurætt.
Erla Kongsdóttir tekur bert ferðafólk hesar túrar.