M/B Spógvin til sølu

09.03.2021

Við hesum verður strandfaraskipið Spógvin settur til sølu.

Spógvin hevur verið í rakstri fram til mai 2020. Meðan skipið hevur ligið við bryggju, hevur fólk frá landi verið og sett motorarnar í gongd við jøvnum millumbilum.

Skipið verður selt í tí standi sum skipið er í, og er eftir yvirtøkudagin fyri keyparans rokning í øllum lutum.


Sýn í viku 11

Skipið liggur í løtuni í Skopun og kann sýnast eftir nærri avtalu í viku 11.
Tíð til sýn kann bíleggjast við at senda teldupost til heno@ssl.fo, ella við at seta seg í samband við Hera Norðberg, Trygdarsamskipara, á tlf. 293043. 

Sølutilgongd

Skipið verður selt fyri hægsta boð yvir kr. 250.000.

Øll boð skulu vera skrivlig, og kunnu sendast við posti til:

Strandfaraskip Landsins
Sjógøtu 5
FO-800 Tvøroyri

Ella umvegis teldupost á fyrisiting@ssl.fo.

Øll boð skulu vera inni í seinasta lagi fríggjadagin 26. mars 2021 kl.12:00.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um skipið kunnu fáast her.